|

Upptakt: NSÌ-Fulham – prát við Christian Høgna Jacobsen NSÌ liðskipara

Eru menn spentir at taka ímóti Fulham á heimavølli?

”Lítið er at ivast í at vit eru allir sera spentir uppá uppgávuna sum er fyri framman. Hetta sæst eisini aftur í venjingunum sum hava verið upp til dystin, har allir fegnir vilja hava ein møguleika at sleppa við.

Til returdystin kunnu nakrir leikarar sjálvandi vera við, sum ikki vóru við í Onglandi, og førir hetta við sær, at enn meira kapping er um plássini.

Hvat er eitt gott úrslit sæð út frá tykkara sjónarhornið?

”Úrslitið skal vera betri enn tað varð í Onglandi. Ikki tað, innsatsurin frá øllum leikarum var sera góður. Í fyrra dystinum høvdu vit tað trupult við at halda uppá bóltin og tí sparkaðu vit hann sum oftast frá okkum óneyðuga, so tað skulu vit í øllum førum royna at broyta uppá.

Ætla tit at leypa á og royna at skora eitt skjótt mál?

”Eg haldi vit síggja hendan dyst sum eina uppgávu, har byrja verður av nýggjum. Lítil ivi er um at Fulham er eitt sera sterkt lið, sum spælir í einari av sterkastu kappingunum í heiminum, og tí kann vandi vera fyri, at um ov hart verður lagt út, at teir síðani økja um leiðsluna. Tískil mugu vit spæla  klókt”, sigur Christian Høgni Jacobsen at enda.

Líknandi tíðindi