|

Upptakt: NSÍ-Fulham – hugleiðingar Jens Martin Knudsen

Tað var við serligari gleði, at fara við til London sum NSÍ-ari, at dystast ímóti einum so stórum liðið sum Fulham.

Her hugsi eg serliga um hvussu stutt sìðani tad er, at vit øll frøddust um at NSÍ fyri fyrstu ferð var komið ùt í Europa at leika.

Tað var stórt fyri mong,  nú at kunna uppliva at leika ímóti so sterkari mótstøðu. Tað er ikki bara gleðiligt, men eisini ein flytan av forðingum, sum einhvør felagskapur skal koma framvið, fyri at mennast enn meira.

Minnist sjàlvur hvussu torført tad var, at fáa táverandi NSI nevnd og stuðlar, at kunna ímynda sær, at tad var møguligt hjá okkara felagi at náa hartil.

Men sjálvandi er alt møguligt, sum ein setur sær fyri, serliga í felagskapi vid øðrum, ið hava sama mál fyri eyga.

Tað var við hesum stoltleika, at eg saman við tveimum av yngstu dreingjum mínum, gekk inn á leikvøllin hjá Fulham, væl vitandi at hetta var bara enn ein varði í søgu felagsins.

Tað koma fleiri, tað eri eg heilt vísur í.

Við NSÍ hjarta.

Jens Martin Knudsen

Líknandi tíðindi