NSÍ piltar á Århus Fodboldfestival

0

NSÍ luttekur í hesum døgum á Århus Fodboldfestival í Danmark. NSÍ hevur tvey lið  piltar A og piltar B við á festivalinum.

Trygvi Mortensen hevur sent heimasíðuni hesa frásøgnina.

Tvey piltalið hjá NSÍ luttaka fótbóltfestivali í Århus fyriskipað av felaginum Skovbakken. Tað eru góðar umstøður, spælt verður bæði á grasi og graslíki.

A piltanir skuldu sum tað fyrsta liðið spæla í gjár (týs 26. juli) móti vertinum Skovbakken, men av eini ella aðrari orsøk, kom onki Skovbakken lið, hetta var sera skuffandi.

Sum plástur á sárið, spældu vit móti einum U 11 liði frá Barcelona, sum vandi á einum vølli við síðuna av. Hetta vóru leikarnir glaðir fyri og spælt var 2×10 min. Vit taptu 2-1, okkara´mál skjeyt Pætur Hentze.

Stuttligt var at síggja hvussu væl tekniskt hesir leikarnir vóru fyri, og sigast má eisini at teir vóru sera professionellir mindaðir. A liðið hevði ikki nakran annan dyst týsd. 26. juli.

Hini úrslitini í A bólkinum vóru

ÍF – Bredballe            1 – 13

Fredriksund – Bredballe    8 – 1

B piltanir spældu 2 dystir í gjár. Fyrri dysturin var móti Lystrup, okkara kempaðu væl, men mótstøðan var sterk og endaliga úrstlitið gjørdist 13 – 1, okkara mál gjørdi Meinhard Johansen. Seinnri dysturin var móti FC Århus, okkara fylgdu leingi væl við, men so skrædnaði rættiliga og úrslitið gjørdist 10 – 0 til FC Århus.

Longu kl 8 í morgun (mik 27. juli) hava A piltanir spælt fyrsta av 3 dystum.

Spælt var móti Frederiksund. Hetta gjørdist ein sannur gysari. Vit komu afturum í fyrra hálvleik 1-0, men dreingirnir kempaðu allir sum úlvur á skóg, og tíðliga í seinnra hálvleiki fekk Aron Knudsen ein fríleypara og hann takkaði fyri álitið og javnaði til 1-1. Hendan støðan helt sær líka til 3 min vóru eftir tá skoraðu Fredriksund, og fingu triðja málið í yvirtíðini so úrslitið gjørdist 3-1 til Fredriksund.

Longu 11.20 skulu A piltanir spæla móti ÍF.

B piltanir skulu spæla móti HB 2 á middegi

Meira verður at hoyra um hetta seinnri.

Niðanfyri eru myndir, sum  Mildrið og Kjartan Hentze tóku týsdagin.

Øll hava tað gott og lata heilsa

Share.

Skriv et svar