Tað gekk ikki

0

A Piltanir spældu í morgun kvartfinalu móti FC Århus. Sjálvt um vit taptu 4-1 so var lítil og ongin munur. Fyrri hálvleikur var javnur, har vit so at siga allatíðina vóru omaná, og høvdu fleiri stórar málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Og sum so ofta hendur, skoraði FC Århus og kom sostatt á odda 1-0 í hálvleikinum. Søgan var tann saman í seinnra hálvleiki, vit trýstu óført, men tað manglaði tað síðsta. FC Århus fekk aftur mál til 2-0 og nú var brekkan brøtt. Vit hildu á at kempa og miðjan seinnra hálvleik minkaðu vit um munin við frálíkum máli frá Aron Knudsen. FC Århus var trýst í botn og fleiri málmøguleikar vóru brendir, so illa gekk at fáa mál. Sutt undan dystarlok kontrar FC Århus og skora til 3 -1 og nú var game over. Gassið var farið úr ballónini og FC Århus fekk enn eitt mál og vunnu sostatt 4-1. Okkara leikarar vóru sera keddir, tí munurin var ikki so stórur sum úrslitið endaði.

Fríggjamorgun skulu A Piltanir spælá kvalf. dyst um at spæla um 5 pláss. Hesin dysturin verður mótið Lystrupu úr Danmark.

Hinvegin spældu B Piltanir ein sannan gysara um endaplasering. Hesin dysturin var móti AGIF úr Svøriki.

Vit fingu super byrjan tá Elmar Jacobsen beinleiðis uppá horna sendi bóltin í netið. Stuttligt var at síggja hvussu væl okkara piltar kundu spæla, og tá so Jóan Jacob á Fløtum legði okkara á odda 2-0 var ´sera stórur rómur millum leikarar og okkara viðhaldsfólk. Sólin bakaði niður og leikarnir sveittaðu sum eg veit ikki hvat, og tíverri minkaði AGIF um munin til 2-1 stutt undan hálvleik. Seinnri hávlleikur var sum fyrri, vit skaptu fleiri málmøguleikar og tá Meinhard Johansen við sera flottum langskotið legði okkum á odda 3-1 sá út til at vit skuldu fáa okkara fyrsta sigur í hús. Tíverri kláraði AGIF at fáa tvey mál afturat, enntá tað seinnra sum síðsta spark í dystinum. Úrslitið gjørdist sostatt 3-3, og longdleiktíð uppá 2x5min mátti til fyri at avgera dystin. Her kom onki mál, og síðan var straffikapping. Vit skoraðu 4, meðan AGIF skoraði 5, og harvið vunnu dystin.

Aftaná dystirnar í dag var farið í Tivoli, so dreingirnir saman við foreldum hava rættiliga hugna sær í bakandi sól aftur í dag.

Trygvi Mortensen úr Århus

 

Share.

Skriv et svar