Århus fodboldfestival: Piltar A endaðu sum nr. 5

A PILTANIR ENDAÐU NR 5

A piltanir kvalifiseraðu seg sum fyrr nevnt til A endaspælið. Vit taptu til FC Århus, og er tað nokk tað úrslitið sum vit eru mest skuffaðir yvur. Høvdu vit vunnið tann dystin, skuldu vit spæla móti HBa um triðja plássið. So skuldi ikki vera, og vit spældu tí móti B36a um 5 plássið. Dreingirnir hava verið sera raskir allar dystirnar, og teir svíktu okkum heldur ikki móti B36a. Longu frá byrjan sást at vit leikliga vóru omaná.
Tað gekk heldur ikki long tíð, so breyt Kári Hansen í gjøgnum í høgru og sendi bóltin í netið til 1-0. Dysturin bleiv spældur á kunstgrasið og tað sást væl at hetta hóvaði betur okkara leikarum, og teir vóru meira vanir við hetta enn at spæla á grasinum.
Aftur til dystin, um miðjan fyrra hálvleik vann Pætur Hentze bóltin á miðvøllinum, spældi Aron Knudsen púra frían, og við sínum gylta vinstra beini, setti hann bóltin í netið til 2-0. B36a royndi nú at svara aftur og beint undan síðsta bríksli í fyrra hálvleiki minkaðu teir um munin til 2-1.
Fyrstu løtuna av seinnra hálvleiki koyrdi bólturin aftur og fram uttan at nakað serligt hendi, men so fekk Pætur Hentze fatur á einum leysum bólti í  B36 verjuni, hann trekti framvið einum verjuleikara og sendi bóltin í netið til 3-1. B36 megnaði ikki at svara aftur og vit vóru totalt við yvirlutan, tað kundi verið fleiri mál, og vit fingu eisini tvey afturat. Kári Hansen og Aron Knudsen fingu hesi bæði málini.

Alt í alt ein fín turnering, okkara leikarar lærdu nógv hesar daganar, tí tað er sera umráðandi fyri menning av leikarum at teir fáa nógv tættar dystir, tað sást týðliga at allir teir føroysku leikarnir vuksu bara við uppgávuni.

B piltanir taptu seinasta plaseringsdystin 7 – 0 móti Fredriksund 2. Okkara royndu alt tað teir vóru mentir, men kanska ov nógv býtt mistøk góvu mótstandarinum ov nógv bílig mál. Okkara høvdu nakrar málmøguleikar, men vit tóku ikki av.
Allíkavæl hava dreingirnir fingið eitt upplivilsi, og nakrar fínar dagar her niðri í Århus.

Aftaná B Piltadystin fóru allir dreingirnir saman við pápunum inn á AGF stadion at hyggja eftir superliga dysti millum AGF og OB. Vit sótu har millum 12 tús aðrar áskoðarar, og var hetta fyrstu ferð hjá fleiri av dreinginum at teir vóru á einum so stórum stadion. Dysturin endaði 2-2

Piltanir sum hava verið á Århus Foball festival  vóru:
Petur Sjúrður Lamhauge, Sonni Knudsen, Hannus Joensen, Pætur av Reyni, Elmar Jacobsen, Mórits Heini Mortensen, Aron Knudsen, Kári Hansen, Jóan Jakku á Fløtum, Otto Jacobsen, Pætur Hentze, Dávid á Roykheyggi, Alvi Kristiansen, Benjamin Knudsen, Benjamin Johansen, Meinhard Johansen, Rani Lamhauge, Heðin Nielsen og Birgir Knudsen.

Úr Århus: Trygvi Mortensen

[nggallery id=176]

Líknandi tíðindi