Razak farin til Real Valladolid

22-ára gamli miðvallarin Ismail Abdul Razak úr Ghana, sum leikti á miðjuni hjá NSÍ í fyrru hálvu av kappingini, er farin til Real Valladolid í Spania.

Razak hevur verið og royndarvant í Spania eina tíð, og hevur nú skrivað undir ein 3-ára sáttmála við Real Valladolid, sum spælir í næstbestu sponsku deildini, Segunda Division. Valladolid gjørdist nummar sjey í deildini seinasta kappingarár.

NSÍ hevði annars avtalu við Razak til endan á hesum kappingarárinum, men semja er gjørd millum NSÍ og Valladolid um flyting av spæliloyvinum hjá Razak.

NSÍ takkar Razak fyri tíðina í felagnum. Á vøllinum var hann í sínum 13 dystum í øllum kappingum fyri NSÍ serliga kendur fyri sínar neyvu avleveringar. Hóast saknur verður í honum, fegnast felagið um at hava hjálpt einum evnaríkum leikara víðari á yrkisleið sínari.

Spennandi verður at fylgja gongdini hjá Razak í Real Valladolid. Hann leikti allan seinna hálvleik í einum venjingardysti fyri nýggja felagið leygardagin. Real Valladolid vann 3-2 á Rayo Vallecano, sum júst eru fluttir upp í bestu deildina.

NSÍ og Hugues Nanmi, verjuleikarin úr Kamerun, hava annars gjørt avtalu um at steðga samstarvinum millum partarnar. Nanmi var týðandi partur av 1. deildarhópinum hjá NSÍ, men leikti ikki við Vodafoneliðinum. NSÍ takkar somuleiðis Nanmi fyri samstarvið.

Líknandi tíðindi