András dagsins maður móti Víkingi

Nú er nakað síðani seinasta dystin hjá NSÍ – 0-1 tapið móti Víkingi við Løkin. Dysturin var tættur og kundi farið báðar vegir.

Tit hava atkvøtt um dagsins mann í dystinum, og nú atkvøðugreiðslan varð stongd, er greitt, at tit hava valt frálíka málmann okkara András Gángó til dagsins mann við 15 % (26 atkv.) av teimum 174 givnu atkvøðunum. András hevði fleiri góðar bjragingar í dystinum.

Nummar tvey og trý gjørdust somuleiðis verjuleikarar – Jónhard fekk 13 % (23 atkv.), og Jens fekk 11 % (20 atkv.).

Í dag er spennandi útdysturin móti ÍF í Fuglafirði á skránni. Dysturin byrjar kl. 15. Vit ynskja okkara bestu eydnu í dystinum og vóna at síggja og hoyra nógvar fjepparar í Fuglafirði.

[poll id=”17″]

Líknandi tíðindi