Felags tiltak fyri piltar í Runavík 27 august

0

Leygardagin 27. august skipar FSF fyri felagstiltaki í Runavík fyri leikarar í piltaaldri. – Eitt felagstiltak har bæði venjing og kapping er á skránni.

NSÍ hevur tilmeldað 40 leikarar til felagstiltakið.
 
Piltarnir verða býttir sundur í U11 (føddir í 2000) og U12 (føddir í 1999).
 
Í Runavík luttaka leikarar úr KÍ, ÍF, Víkingi, NSÍ, B68, Skála, EB/Str og B71.
 
Í Runavík skulu U11 møta kl 9.30 og eru lidnir uml. kl 12.15.
U12 møta kl 12.30 og eru lidnir kl 15.15.
 
Feløgin melda leikarar til – ikki lið. Tvs, at eitt felag t.d. kann meldað 5 leikarar til í U11 og 4 leikarar í U12, meðan okkurt annað felag kanska meldar 20 leikarar til í U11 og 15 leikarar í U12.
 
Hvørt felag sum luttekur eigur eisini at lata minst ein venjara við, sum kann hjálpa til við venjingini í hvørjum aldursbólki. Brúk er fyri nógvum og hugaðum venjarum fyri at fáa tiltakið so væleydnað sum gjørligt.
 
Sum vant til slík tiltøk hjá FSF eru foreldur eisini vælkomin. NSÍ syrgir fyri, at kaffi/te og okkurt afturvið verður at fáa.

Frukt og vatn verður til leikarnar.

Piltaliðsvenjarnir hjá NSÍ vera bidnir um at vera við til tiltakið.

Verið vælkomin til Løkin leygardagin.

Ungdómsdeildin hjá NSÍ
Egil Olsen formaður

Share.

Skriv et svar