Stuðulsrenning fyri yngru deildirnar mikudagin 31 august kl 18.00

0

Ungdómsdeildin skipar fyri stuðulsrenning fyri yngru deildirnar mikudagin 31 august kl 18.00 við Løkin.

Hvat er tað?

Fótbóltsspælarar (bæði gentir og dreingir) hjá NSÍ fara mikudagin 31. august kl 18.00 at renna so langt sum tey klára í 30 min.  

Hvørjum stuðli eg?

Stuðulin skal brúkast til rakstur av ungdómsarbeiðinum hjá NSÌ

Hvussu stuðli eg?

Tann ið stuðlar, játtar seg at gjalda eitt oyratal fyri hvønn metur, sum leikarin rennur í

30 min.

Hvussu nógv komi eg at gjalda?

Um eg nú játti at gjalda 4 oyru fyri hvønn meturin, hvussu nógv komi eg so at gjalda?

Siga vit at tann tú stuðlar rennur 5000 metur, verður upphæddin 5000 x 0,04 = 200,-

Hvussu gjaldi eg?

Eftir renningina verða stuðulsbløð latin peningastovnunum, við áheitan um at flyta upphæddina, ið tygum skulu gjalda.

Tað ber eisini til at rinda eina fasta upphædd umvegis peningastovn ella kontant

Lutaseðil:  5 kassar av sodavatni verða burturlutaðir ímillum øll tey sum stuðla

Vinnur rennarin einki?                                                                    

Í ítrótti er luttøkan ofta vinningur í sjálvum sær, men Fótbóltsdeildin hevur gjørt  av, at rennarnir skulu eisini hava okkurt at kappast um. Tann rennarin í hvørjum aldursbólki, sum fær størsta oyraupphædd fyri meturin, fær eitt gávukort uppá 250 kr, og tann rennarin, ið rennur flest pengar inn tilsamans í hvørjum aldursbólki, fær ein kassa av sodavatn.

Aldursbólkarnir eru hesir:

Børn f. eftir 2003  (yngri enn 8 ár)

Børn f. 2001-2003  (8-10 ár)

Børn f. 1999-2001  (10-12 ár)

Børn f.1995-1998  (12-16 ár)                       

NB: Sami rennari kann ikki fáa fleiri vinningar.

Eftir renningina:

Tá øll eru liðug at renna, fáa vit ábit og okkurt at drekka.

Um veðrið er til vildar, so grilla vit, annars fáa vit okkurt at eta í NSÍ hølinum.

Avarðandi hjá børnunum eru vælkomin at hjálpa til, við at staðfesta/skráseta hvussu langt børnini renna.

 

Share.

Skriv et svar