Skuffandi javnleikur í sera spennandi dysti

Dysturin í kvøld við Løkin millum NSÌ og KÌ endaði við javnleiki 3-3. Ùrslitið vóru KÌ arnir meiri nøgdir við enn NSÌ leikarnir.

Frálík fótbóltslíkindi vóru við Løkin og nógv fólk høvdu leitað sær til dyst. Sera nógvir KÌ áskoðarir vóru komnir at stuðla liðnum hjá sær og teir bæði hoyrdust og sóust væl.

NSÌ byrjaði við einum nakað øðrvísi uppstilling enn seinastu dystirnar. Gango var í málinum. Miðverjuna mannaðu Helgi og Petur Pauli, meðan Einar og Jonhard vóru á bakkunum. À sentrala miðvøllinum vóru Jústines og Fritleif. Kantarnir mannaðu Àrni Frederiksberg og Heðin. Fremstir vóru Christian Høgni og Klæmint.

Tað var KÌ sum fekk ta bestu byrjanina. Teir trýstu óført og skaptu nakrar vandamiklar støður og komu eisini til skot sum tó ikki vóru nóg hørð og neyv.

Tað var tí eisini móti leikgongdini at tað var NSÌ sum legði seg á odda í 6 min. Christian Høgni sær at KÌ málverjin Gunnar á Steig er komin langt út úr málinum. Ùr 40 metra fjarstøðu langar Christian Høgni til móti KÌ málinum og Gunnar hevur ongan møguleika at verja fyri og støðan er 1-0 til NSÌ. Sera gott avrik av Christian Høgna.

So við og við kemur NSÌ inn í dystin og teir næsta hálvan  tíman er tað NSÌ sum er spælstýrandi og hevur yvirvágina. Spælið fleyt væl og skapt vóru nógv góð álop sum við eitt sindur størri neyvleika áttu at givið mál.

Ì 13 min føla NSÌ leikarnir seg snýttar fyri brotspark. Bólturin ferðast aftur og fram í KÌ brotsteiginum og endar hjá einum NSÌ leikara sum skjótir móti KÌ málinum. KÌ verjuleikari kastar seg í skotið og verjir bóltin við hondina men dómara-floytan er tigandi sjálvt um Lars Múller stóð væl fyri. Eftir mínum tykki var talan um fortsettliga hondverju og tá eigur at verða dømt brotspark.

Ì 20 min er Àrni nær við at leggja NSÌ á odda 2-0. Hann gerst fríur í høgru síðu og við sínum góða vinstrabeini roynir hann at plaserað bóltin vinstrumegin  KÌ málverjan men Gunnar fær í evstu løtu bjargað skotinum til horna.

Tá 25 min eru farnir leggur NSÌ seg uppiborið á odda 2-0. NSÌ er í álopi í vinstru síðu. Christian Høgni trillar eitt sindur runt. Finnur so Heðin mitt fyri og úr 16 metra fjarstøðu setir Heðin bóltin hart í málið eftir jørð, dygst úti við høgra málstólpa uttan at Gunnar hevði nakran møguleika at bjargað.

Eftir at NSÌ hevði lagt seg á odda 2-0 skuldi ein kanska trúð at KÌ arnir fóru niður við høvdinum, men so var ikki. Teir bardu seg innaftur í dystin og vóru teir sum høvdu takið seinastu 10 min av seinna hálvleiki. At NSÌ sleppur KÌ so lætt innaftur í dystin eigur ikki at henda men soleiðis var tað tíverri.

Ì 38 min fær KÌ fríspark úti í høgru síðu. Høgni Madsen sum var eyðsýndur á KÌ liðnum í kvøld, leggur ein bólt inn vinstrumegin NSÌ brotsteigin. Sørmund Kalsø setir pannuna á og bólturin rakar høvdið á Helga L. Petersen og snýtir Gango í málunum til støðuna 2-1 til NSÌ.

Bert 6 min seinni javnar KÌ til 2-2. Trilvandi NSÌ verjuspæl endar við at bólturin verður lagdur inn frá høgru í NSÌ brotsteigin frá Jógvan Isaksen. Har er Àlvur F. Christensen hægstur og sleppur ótarnaður at senda høvdið undir bóltin og í málið. Ikki sannførandi NSÌ verjuavrik.

Hálvleikstøðan er 2-2.

Tað var eisini KÌ sum fekk ta bestu byrjanina uppá seinna hálvleik, men tað var NSÌ sum legði seg á odda 3-2 tá 57 min eru leiktir. Àrni Frederiksberg sum leikti ein góðan dyst á kantinum, leggur eina góða sending úr høgru inn íKÌ brotsteigin. Har er Heðin á Lakjuni hægstur og við einum góðum høvdara setur hann bóltin trygt í netið. Gott avrik av Árna og Heðin.

Nú roknaðu tey flestu við at NSÌ fór at binda fyri og ikki lovað KÌ aftur inn í dystin. Men tað var júst tað sum hendi. KÌ fær aftur yvirtakið og í 80 min javnar teir til 3-3.

Hjalgrím Eltør sum allan dystin á tamb var ein støðug hóttan móti NSÌ verjuni fær eftir nógv KÌ trýst ein returbólt fyri føturnar og úr umleið 10 metra fjarstøðu langar hann bóltin hart í netið uttan at Gango hevði nakran møguleika at bjargað.

Bæði liðini royndu at vinna dystin seinastu min. Andrias á Líknargøtu sum var komin á vøllin fekk ein góðan møguleika men bólturin streyk fram við til málspark. Einki mál kom afturat og dysturin endaði sostatt 3-3.

KÌ arnir vóru sera fegnir um javnleikin. Eftir at vera afturúr bæði 2-0 og 3-2 so vóru teir sum vera man vælnøgdir við dystin. NSÌ arnir eiga at iðra seg um at lata KÌ sleppa innaftur í dystin og leikarnir vóru sjónliga vónbrótnir eftir dystin.

Næsti dystur verður torførur útidystur komandi sunnudag móti oddaliðnum B36 í Gundadali.

Dreingir setið tykkum sum mála av vinna móti B36.

SAMAN STANDA VIT STERK

Hagtøl:

NSÌ-KÌ 3-3 (2-2)

6.  min 1-0: Christian Høgni Jacobsen NSÌ

25. min 2-0: Heðin á Lakjuni NSÌ

38 min 2-1: Sørmund Kalsø KÌ

44 min 2-2: Àlvur F. Christensen KÌ

60 min 3-2: Heðin á Lakjuni NSÌ

80 min 3-3: Hjalgrím Eltør KÌ

Liðið: Gango, Helgi, Petur Pauli, Einar, Jonhard, Jústines, Fritleif (83 min Andrias á Líknargøtu), Àrni (77 min Jann Martin), Heðin, Christian Høgni og Klæmint (75 min Mamuka). À beinkinum uttan at koma inn Pætur og Ari. Venjari Pauli Poulsen. Hjálparvenjari Bogi Lervig. Fysiterapautur Marjun Thomassen. Liðleiðari Valdi Olsen.

Niðanfyri eru fyrst nakrar myndir, sum Johnny Lamhauge tók.
[nggallery id=179]

og síðani nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=180]

Líknandi tíðindi