Gott spæl í skuffandi tapi: B36-NSÍ 4-3

0

NSÍ hevur tapt 4-3 móti B36 í dag. Klæmint (2) og Jens skutu okkara mál.

Eftri skuffandi 3-3 javnleikin móti KÍ, skuldi NSÍ reisa seg aftur. Hesa ferð var mótstøðuliðið tó oddaliðið B36, og skuldi leikast á útivøli. Talan var tí um truplan dyst.

Men tað skuldi vísa seg, at vit vóru væl við frá fyrsta bríksli. Annars sterka B36-verjan megnaði ikki at steðga okkara álopsspæli, men hinvegin megnaðu vit heldur ikki at forða B36 í at skora í hinum endanum.

Um vit høvdu vunnið, hevði talan ivaleyst verið um ein spennandi og undirhaldandi dyst. Men eftirsum vit taptu, er kenslan meiri skuffandi.

Byrjunaruppstillingin hjá NSÍ minti um hana frá seinast, tó var Jens komin afturíaftur eftir leikbann. NSÍ vóru sostatt: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Árni, Justinus, Fritleif, Heðin, Christian Høgni og Klæmint.

Fyrstu minuttirnar av dystinum hendi ikki stórvegis, men í 7. minutti hevði NSÍ fyrstu atsóknina. Christian Høgni spældi bóltin væl tvørtur um vøllin til Klæmint, ið skjeyt innfyri móti Chr. Høgna, har Árni taklaði bóltin. Minuttin seinni varð Christian Høgni sendur móti málinum – hann lobbaði málmannin, men ein B36-ari bjargaði í seinastu løtu. Í sama minutti hevði Einar eitt skot útifrá, ið fór framvið málinum. NSÍ var fleiri ferðir við at bróta ígjøgnum. Christian Høgni var væl upplagdur, og Árni setti ferð á á kantinum, hvørja ferð høvið beyðst.

Fyrsti veruligi møguleikin hjá B36 kom í 11. minutti, tá B36 slapp gjøgnum miðverjuna. András hálvbjargaði fyrra skotinum, og Jákup skjeyt tíbetur returin uppum.

Í 13. minutti legði NSÍ seg á odda. Fritleif førdi bóltin av miðjuni og setti ferð á í høgru síðu. Við einum perfektum innleggið fann hann Klæmint, ið stútaði bóltin hart í málið. 0-1 til NSÍ.

Og longu í 19. minutti fangaði Fritleif bóltin á miðjuni, spældi hann tvørtur um til Klæmint, sum setti ferð móti málinum og lobbaði bóltin uppum Meinhard til 0-2.

Minuttin seinni sendi Árni bóltin innfyri til ein púra leysan Heðin, ið ikki fekk skot á.

Í 23. minutti brendi á í hinum endanum. Fyrst sendi Símun ein bólt framvið málinum. Men síðan skoraði Jákup á Borg lætt, eftir at B36 var komið inn um NSÍ-verjuna. 1-2.

í 29. minutti varð Klæmint feldur heldur harðliga í høgru síðu. Árni sendi bóltin væl innfyri, men bleiv hann beindur út úr brotsteiginum, har Einar skjeyt dygst framvið málinum.

Í 30. minutti endaði eitt innkast úr høgru síðu hjá Klæmint, sum tók eitt skjótt trekk, men skotið fór beint á Meinhard.

Í 31. minutti hevði B36 eitt fríspark í teirra høgru síðu. Bólturin fór allan vegin inn í 5-meturin, men Símun var ikki til reiðar, og endaði høvdarin hjá honum tí omanfyri málið.

Gott samanspæl millum Einar og Heðin í vinstru síðu endaði við, at Christian Høgni í 34. minutti tveitti seg og fekk skot á bóltin, ið tó fór beint við síðuna av. Fritleif fekk gula kort í 36. minutti fyri at steðga Súna Olsen. Súni sendi frísparkið við síðuna av.

Christian Høgni trekti inn úr høgru síðu í 38. minutti, men skotið varð bjargað til horna. Jens fekk gula kortið í 40. minutti fyri at trilla bóltin burtur eftir eitt lítið ivasamt fríspark á miðjuni.

Sama minutt javnar B36, ið enn einaferð eru komnir inn um verjuna hjá NSÍ. Jákup spælir bóltin til Símun, ið lætt skorar til 2-2.

Í 41. minutti setti Christian Høgni ferð á móti B36-brotsteiginum í kapprenning við tveir B36-arar. Á sjálvum brotsteigarmarkinum, varð hann feldur, men dómarafloytan tagdi. Løtu seinni fekk Einar gula kortið fyri eitt fríspark á miðjuni.

Farið varð til hálvleiks við støðuni 2-2. Tað kendst nokkso hugstoytt, eftirsum tað harða arbeiði, ið hevði við sær eina 2-0 leiðslu, longu var gjørt eftir 20 minuttir. Gott og skjótt álopsspæl hevði skapt okkum eitt hav av møguleikum, men tað var eitt sindur órógvandi, at B36-arar fleiri ferðir komu ótarnaðir inn í okkara brotsteig.

Mamuka kom á vøllin fyri Árna í steðginum.

Beint eftir byrjanina fekk B36 eitt fríspark beint uttanfyri brotsteigin ett sindur í vinstru síðu. Heini í Skorini sendið skotið á tvørtræið.

Í 47. minutti tók NSÍ leiðsluna aftur. Einar skjeyt eitt fríspark úr vinstru síðu inn í B36-brotsteigin. Jens var hægstur og høvdaði bóltin í mál til 2-3.

Bert tríggjar minuttir seinni javnar B36 aftur eftir júst somu uppskrift. Súni sendi eitt fríspark úr vinstru síðu inni brotsteigin, og Heini skoraði til 3-3.

Petur Pauli hevði eitt vandamikið skot dygst framvið málinum í 57. minutti eftir eitt horna í høgru síðu. Og minuttin seinni skjeyt Jústinus beint uppum eftir gott NSÍ spæl langt frammi á vøllinum.

Síðani kom ein løta, har B36 hevði greitt tak á dystinum. Teir sluppu ótarnaðir at flyta bóltin runt. Í 68. minutti slapp Lukas ígjøgnum í vinstru síðu, en András Bjargaði. Men minuttin seinni høvdar Jonas F. Rasmussen bóltin í mál eftir horna. 4-3.

Christian Høgni fluktaði móti málinum eftir horna í 72. minutti, men Meinhard bjargaði. Og Klæmint høvdaði uppum eftir innlegg frá Heðini úr vinstru síðu minuttin seinni.

Jann Martin kom á vøllin fyri Fritleif í 73. minutti. Súni Olsen skjeyt framvið handaru stong úr vistru síðu í 75. minutti.

Í 79. minutti vann Jústinus eitt fríspark. Tvær skotroyndir, frá Christiani Høgna og síðani Heðini, endaðu við, at bólturin fór út til horna. Jens beindi tó bóltin uppum eftir horna.

Í 81. minutti endaði eit gott NSÍ-álop við, at Mamuka skjeyt væl móti málinum, men bólturin varð blokeraður uppum.

Andrias kom á vøllin fyri Heðin í 83. minutti. Í sama minutti hevði B36 ein risa málmøguleika, sum András tó bjargaði.

Í seinastu løtu høvdaði Mauka uppum eftir horna.

Endaliga úrslitið gjørdist sostatt eitt 4-3 tap móti B36. Hetta var sjálvsagt sera skuffandi. Annan dystin á rað skora vit tríggar ferðir, uttan at vinna dystin. Vit høvdu málmøguleikarnar til at vinna dysti, men B36 kundi eisini fingið okkurt mál aftrat.

Tað hugaliga, sum vit kunnu taka við okkum, er, at álopsspælið hjá okkum er sera gott í løtuni, og eins gott sum hjá oddaliðunum. Nú ræður um at binda eitt sindur betur fyri har afturi á vøllinum.

Komandi sunnudag møta vit B68 við Løkin. Sum kappingin hevur lagað seg, hava øll liðini sítt at spæla fyri. B68 liggur í løtuni beint aftanfyri NSÍ. Hóast munurin er 6 stig, kann eitt tap seta okkara fjórða pláss í vanda. Tí er neyðugt at taka hvønn dyst sum eina steypafinalu.

B36-NSÍ 4-3
14′ 0-1 Klæmint A. Olsen
20′ 0-2 Klæmint A. Olsen
24′ 1-2 Jákup á Borg
37′ gula Fritleif í Lambanum
41′ 2-2 Símun Joensen
41′ gula Jens Joensen
44′ gula Einar T. Hansen
48′ 2-3 Jens Joensen
51′ 3-3 Heini í Skorini
70′ 4-3 Jonas Flindt Rasmussen
86′ gula Odmar Færø

NSÍ: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Árni (45′ Mamuka), Justinus, Fritleif (73′ Jann Martin), Heðin (83′ Andrias), Christian Høgni og Klæmint
Á bonkinum eisini: Pætur og Helgi

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.

Share.

Skriv et svar