FSF – teknikkmerki NSÌ piltar – kunnandi fundur mánadagin 29 august

FSF-teknikkmerki
Nú verður aftur møguligt hjá leikarum í piltaaldri at taka FSF-teknikkmerkið.Ì hesum sambandi verur kunnandi fundur fyri piltum og liðvenjarinum hjá piltunum, mánadagin 29 august kl 18.00 í NSÌ hølunum. Àbraham Løkin sum stendur fyri teknikkmerkinum hjá NSÌ, fer at greiða frá hvussu hetta gongur fyri seg.
Á heystið 2009 varð farið undir at geva leikarum, sum vóru við í Leikaramenningini hjá FSF, møguleika at taka FSF-teknikkmerkið. Útvið 60 leikarar tóku FSF-teknikkmerkið í bronsu hetta heystið. Í 2010 varð onkið gjørt við hetta, men nú verður hesin tátturin tikin uppaftur. Anton Skoradal (norðurøkið), Abraham Løkin (eysturøkið), Kári Reynheim (miðøkið), Hegga Samuelsen (vesturøkið) og Jón Pauli Olsen (suðurøkið) hava játtað at standa fyri hesum í hvør sínum øki í landinum. Eftir ætlan verður byrjað í hesum mánaðinum, og fara “teknikk-venjararnir” at seta seg í samband við feløg og leikarar næstu dagarnar.

Fokusbólkurin eru piltarnir (árg 1999 og 2000), og ætlanin er í fyrsta lagi at geva áhugaðum møguleikan at taka bronsumerkið. Men “teknikk-venjararnir” kunnu gera frávik frá hesum, um umstøðurnar tala fyri tí.

Fótbóltstekniski førleikin er sera viðkomandi at arbeiða nógv við í ungum árum, og í so máta eru piltarnir í “gullaldrinum”. Venjingin í feløgunum við børnum skal sjálvsagt leggja mesta dentin á tekniska venjing. Men nógv sjálvsvenjing ella eginvenjing er eisini neyðug, um stór framstig skulu røkkast. FSF-teknikkmerkið leggur upp til miðvísa eginvenjing – at leikarin neyvt veit hvat hann skal venja og hvat íð krevst fyri at røkka málinum. Ætlanin er sostatt, at mesta venjingin í sambandi við teknimerkini fer fram sum eginvenjing og ikki sum partur av vanligu venjingini í felagnum ella í leikaramenningini.

Leikarar, sum taka FSF-tekknimerkið og standa royndina, fáa skreytblað.

KELDA: www.fsf.fo

 

Líknandi tíðindi