Klæmint dagsins maður móti B36

0
Í spennandi men skuffandi 4-3 tapinum móti B36 seinasta sunnudag megnaði Klæmint at skora tvær ferðir - og vóru tey tvey frálík mál. Tit hava valt Klæmint til dagsins mann í dystinum við 28% (41 atkv.) av teimum givnu 147 atkvøðunum.

Í báðum førum hevði Fritleif ein avgerandi leiklut í málunum, og var hetta sera hugaligt at síggja. Fritleif gjørdist nummar tvey í atkvøðugreiðsluni við 24% (35 atkv.).

Nummar trý gjørdust Árni og Christian Høgni við 7% (10 atkv.) Árni hevði enn ein dag við skjótum og beinleiðis spæli á kantinum, meðan Christian Høgni sum altíð gekk undan.

Vit ynskja teimum trimum og øllum hinum góða eydnu í grannauppgerðini móti B68 við Løkin í dag kl. 15.

21.08.11 Besti NSÍ'arin móti B36?

  • 13. Klæmint A. Olsen (28%, 41 atkvøður)
  • 9. Fritleif í Lambanum (24%, 35 atkvøður)
  • 22. Árni Frederiksberg (7%, 10 atkvøður)
  • 10. Christian Høgni Jacobsen (7%, 10 atkvøður)
  • 5. Jann Martin Mortensen (6%, 9 atkvøður)
  • 1. András Gángó (5%, 8 atkvøður)
  • 4. Jens Joensen (4%, 6 atkvøður)
  • 25. Petur Pauli Mikkelsen (3%, 5 atkvøður)
  • 6. Justinus R. Hansen (3%, 5 atkvøður)
  • 17. Jónhard Frederiksberg (3%, 4 atkvøður)
  • 18. Heðin á Lakjuni (3%, 4 atkvøður)
  • 12. Einar T. Hansen (3%, 4 atkvøður)
  • 11. Mamuka Toronjadze (2%, 3 atkvøður)
  • 16. Andrias á Líknargøtu (2%, 3 atkvøður)

Atkvøður íalt: 147

Loading ... Loading ...
Share.

Skriv et svar