Søtur sigur: NSÍ-B68 2-1

Eftir ikki at hava vunnið nakran landskappingardyst síðan 19 juni, eydnaðist tað okkara monnum at fáa ein sigur í hús í dag. At tað so var ímóti grannunum av Toftum, gjørdi sigurin eyka søtan.

Lagt var upp til eina spennandi grannauppgerð við Løkin i dag. Lat tað vera sagt beinanvegin at talan var ikki um ein vælleiktan dyst. Møguliga darvaði tann nógvi vindurin spælinum so mikið, at torført var at fáa spælið at glíða hjá báðum pørtum.

Sjálvt um tað var nógvur vindur og bítandi kalt høvdu fitt av áskoðarum leita sær til dyst.

NSÍ liðuppstillingin í dag var á leið tann sama, sum hon hevur verið seinastu dystirnar. Fritleif í Lambanum hevði leikbann. Gango var í málinum. Miðverjuna mannaðu Jens og Petur Pauli. Á bakkunum vóru Jonhard og Einar. Miðjuna mannaðu Jústines og Heðin meðan Árni og Mamuka vóru á kantunum. Christian Høgni og Klæmint vóru fremstu mennirnir.

NSÍ hevði vindin við sær í fyrra hálvleiki. Tá so nógvur vindur var sum í dag, er tað umráðandi at flyta bóltin stutt ímillum leikararnar og við neyvum avleveringum eftir jørð og annars skjóta langskot á málið tá ið høvi býðst. Tað høvdu bæði liðini trupulleikar við og tí varð ikki talan um nakran vælspældan dyst.

NSÍ legði seg á odda 1-0, tá 11 min vóru spældir av fyrra hálvleki. Christian Høgni og Árni spæla 1-2 sínámillum nakað uttan fyri B68 brotsteigin mitt fyri. Christian Høgni trekkjir síðan til vinstru og sneiðir tveir B68 leikarar av. Árni rennur seg frían og fær eina neyva avlevering frá Christian Høgna. Ísakaldur setir Árni bóltin eftir jørð í longsta hornið uttan at Tórður hevði nakran møguleika at bjargað. Sera gott mál og flott spæl frá Árna og Christian Høgna.

Árni spældi ein sera góðan dyst í dag og var nokk besti maðurin á NSÍ liðnum.

Í 33 min javnar B68 til 1-1. Heðin fellur Keita heldur býtt í NSÍ brotsteiginum og dómarin Lars Múller peikaði sum rætt var á brotsparkblettin. Andre Olsen var tryggur frá 11 metra blettinum.

Tað sum eftir var av fyrra hálvleki var ikki nógv at siga um. Bólturin var ógvuliga stóran part av tíðini uttanfyri vøllin.

Hálvleiksstøðan var 1-1.

Seinna hálvleik var tað B68 sum hevði vindin við sær, men heldur ikki teir dugdu serliga væl at gagnýta hendan, sjálvt um teir komu til nakrar málmøguleikar.

Í 67 min leggur NSÍ seg á odda 2-1. Enn einaferð var Árni Frederiksberg uppá spæl. Hann vinnur bóltin nakað frammi á B68 hálvuni høgrumegin. Sneiðir síðan til vinstru og setir tveir B68 leikarar av. Staddur stutt uttanfyri B68 brotsteigin skjótur Árni bólt hart móti málinum. Klæmint rættar bóltin av og bólturin fer umvegis málstólpan í netið til støðuna 2-1.

Hetta var samstundis 13 málið hjá Klæmint í ár og staðfesti hann sína støðu sum oddaskjútti í Vodafonedeildini.

Beint áðrenn NSÍ skoraði hevði B68 bóltin í málinum hjá NSÍ men dómarin dømdi rangstøðu, sum eisini var rætt.

Í 70 min fer Mamuka út og Jann Martin kemur inn.

Í 72 min var B68 ógvuliga nær við at javnað. Dion Splidt hevði eitt rimmar langskot á NSÍ málið men heppið fyri NSÍ brast bólturin á yvirleggjaran og útaftur í leik.

Einki mál kom afturat tað sum eftir var av leiktíðini. Sum vera man var frøin stór á NSÍ leikarum og áskoðarum tá Lars Muller bríkslaði fyri seinastu ferð. Ein søtur sigur var komin í hús.

Næsti dystur hjá NSÍ er torførur útidystur móti EB/Streymi 10 september.

Tillukku dreingir. Saman standa vit sterk.

Hagtøl:

NSÍ-B68 2-1 (1-1)
1-0. Árni Frederiksberg 11 min
1-1. Andri Olsen (brotspark) 33 min
2-1. Klæmint Olsen 67 min

Liðið. Gango, Jens (Helgi 88 min), Petur Pauli, Einar, Jonhard, Jústines, Heðin, Mamuka (Jann Martin 70 min), Árni, Christian Høgni, Klæmint (Andrias 90 min. Á bonkinum uttan at koma inn Ari og Jens Martin. Venjari Pauli Poulsen. Hjálparvenjari Bogi Lervig. Fysioterapautur Marjun Thomassen. Liðleiðari Sjúrður Jensen og Andras Olsen

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=182]

 

Líknandi tíðindi