Stóri familjudagurin leygardagin 3. september

2

Eins og seinasta ár skipar NSÍ fyri stórum familjudegi við Løkin nú leygardagin 3. september.

Tak faldaran niður her (651 kb pdf).

Hópin av spennandi tiltøkum eru fyri alla familjuna. Vælumtøktu tættirnir, morguntúrurin út á Toftavatn við avdúking av ársins vespu, morgunmatur og køkukappingin verða sjálvandi á skránni.

Lokali stoltleikin fekk eitt skot fyri bógvin í fjør. Illa gekst hjá NSÍ at vinna á vøllinum, um tað so var í fótbólti ella togtogan. Men í ár verður øðrvísi… vóna vit. Togtoganin millum bygdir er aftur á skránni – spennandi verður um verandi meistarar fyri uttan Golan heyggjarnar koma at verja meistaraheiti. Og okkara raska 1. deildarlið skal spæla móti FC Hoyvík við Løkin hendan dagin – vónandi við nógvum heimaáskoðarum.

Ymiskt gott er til matna, men fyri at styrkja samvitskuna eru eisini heilsutiltøk á skráani. Rennikapping fyri børn og ung, heilsurenning fyri alla familjuna, Zumba á vøllinum og sjálvandi stóra hoppilandið, sum hesaferð er flutt inn í høllina.

Um kvøldi er hugni við tónleiki í teltinum, syngið við og pubquiz og at enda góðum dansi við Roller Band í teltinum.

Sí annars skránna niðanfyri.

08.00-12.00 Fótbóltslandskapping hjá yngru deildunum á vøllinum.
09.00 Gongutúrur eftir gøtuni út til Toftavatn – ársins vespa verður avdúkað
10.00 Morgunmatur í teltinum
10.30 Hoppilandið í høllini letur upp
11.00 Kaffi og kiosksølan letur upp
11.00 Tónleikur í teltinum
11.30 Rennikapping fyri børn og ung og heilsurenning fyri alla familjuna – kostnaður 50,- fyri vaksin og 20,- fyri børn
13.00 Undirhald á vøllinum
14.00 Fótbóltskapping
14.30 Køkukapping, vinnarin funnin
15.00 MC vitja á økinum
15.00 Zumba á vøllinum – kostnaður 50,-
15.30 Kári Sverrisson spælir í teltinum
16.00 Togtogan millum bygdirnar
16.30 Tónleikur á pallinum
18.00 Fótbóltsdystur í 1. deild: NSÍ-FC Hoyvík
20.00 Tónleikur í teltinum, Jens Marni syngur
22.00 Syngið við og pubquiz í teltinum
24.00 Góður dansur í teltinum. Roller Band spæla eldri og yngri løg.

 

Share.

2 kommentarer

  1. Hilmar Sam on

    Nær verður togtogan? Tað er ikki samsvar millum heimasíðuna og skránna á pdf-fílinum.

    Annað sigur 15.30, hitt sigur 16.00

Skriv et svar