|

Jákup Ø. Vágsheyg er ársins vespa

Eini hálvthundrað fólk høvdu leitað sær niðan til Toftavatn í morgun til avdúkingina av ársins vespu.

Um vespuna segði dómsnevndin m.a., at viðkomandi var sjónligur við Løkin, at viðkomandi hoyrdist, altíð var til reiðar at taka eitt tak fyri felagið, og at hann var til reiðar at koma við einum priki til felagið, um tað trongdi til.

Ársins vespa, Jákup Ø. Vágsheyg, fekk síðani handað heiðursbræv og blómur frá felagnum.

Jákup fegnaðist um heiðurin, sum var púra óvæntaður.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá avdúkingini.

[nggallery id=183]

Líknandi tíðindi