Árni dagsins maður móti B68

Eftir 2-1 sigurin móti B68 við Løkin 28. august høvdu tit høvi at velja dagsins mann.

Tað bleiv Árni, sum sannførandi fór avstað við hesum heiðurinum. Hann fekk heili 50 % (103 atkv.) av teimum 205 givnu atkvøðunum. Árni var sera eyðsýndur hendan dagin. Í fyrra málinum setti hann álopið í gongd og skoraði síðani eftir góða fríspæling frá Christiani Høgna. Seinna málið kom eftir eitt gott skot hjá Árna, sum Klæmint rættaði av í málið.

András, sum aftur hevði ein góðan dyst hendan dagin, gjørdist nummar tvey við 8 % (17 atkv.), og Klæmint fekk somuleiðis 8 % (16 atkv.) á triðja plássinum.

Í kvøld kl. 18 møta vit 07 Vestur í spennandi dysti við Løkin. Vit ynskja okkara dreingjum alt tað besta í hesum dystinum og vóna at síggja nógv viðhaldsfólk til dyst.

[poll id=”21″]

Líknandi tíðindi