Trý kærkomin stig: NSÍ-07 Vestur 1-0

Góð fótboltslíkindi vóru í kvøld, tá NSÍ og 07 Vestur møttust við Løkin. Fáir áskoðarar vóru komnir at hyggja eftir dystinum.

Fyri NSÍ var tað umráðandi at fáa ein sigur fyri at halda fjórða plássið og frástøðuna til liðini, sum liggja aftanfyri. Úrslitið gjørdust ein 1-0 sigur til NSÍ.

Soleiðis sum úrslitini lagaðu seg í kvøld, styrkti NSÍ um støðuna á fjórða plássinum, tí nærmastu kappingarneytarnir ikki fingu stig.

NSÍ liggur nú nýggju stig framman fyri B68, sum liggur á fimta plássi.

Jens og Einar høvdu leikbann til dystin í kvøld. Christian Høgni og Jústines vóru við í kvøld eftir at hava sitið leikbannið av sær.

Liðuppstillingin var hendan. Í málinum Gango. Miðverjuna mannaðu Helgi og Petur Pauli. Á bakkunum Jonhard og Heðin. Sentrala miðvøllin mannaðu Jústines og Fritleif. Á kantunum vóru Árni og Mamuka. Christian Høgni og Klæmint vóru fremstu mennirnir.

Tað var NSÍ, sum fekk bestu byrjanina uppá dystin. Í 11. min var NSÍ nær við at leggja seg á odda. NSÍ fær fríspark í vinstru síðu. Christian Høgni skjýtur bóltin væl inn í 07 Vestur brotsteigin. Helgi er komin fram við, og bólturin kemur fyri føturnar á honum, men skotið rakar tíverri tvørtræið. Bólturin støkkur niður í vøllin, men á sjálvari málstrikuni fær 07 Vestur verjan sparkað bóltin av vandaleið.

Í 24. min leggur NSÍ seg á odda 1-0. NSÍ fær horna í vinstru síðu. Heðin sendir ein góðan bólt inn í brotsteigin og har er Klæmint hægstur og stútar við høvdinum bóltin í málið.

NSÍ var spælstýrandi allan fyrra hálvleik og høvdu bóltin nógv ta mestu tíðina, tó uttan at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Leikferðin var ov lítil til at tamba 07 verjuna sundur.

07 Vestur leikararnir lógu ógvuliga aftarliga á vøllinum við nógvum fólki. Tá teir so fingu bóltin, royndu teir seg við skjótari umstilling og við fleiri monnum longri frammi á vøllinum, uttan at tað eydnaðist teimum at skapa nakrar vandamiklar málmøguleikar.

Støðan í hálvleikinum var 1-0 til NSÍ.

Í seinna hálvleiki flutti 07 Vestur liðið seg munandi longri framm á vøllin. Hetta var sjálvsagt neyðugt, tí teir vóru aftanfyri, og bert stig kundi brúkast til nakað skilagott. Hesin taktikkurin hjá 07 Vestur hepnaðist væl, tí mest sum allan seinna hálvleik vóru tað teir, sum vóru spælstýrandi og skaptu teir flestu málmøguleikarnar.

Í 51, min vóru teir ógvuliga nær við at javnað. Ein góður bóltur verður lyftur inn um NSÍ verjuna til Clayton Soares. Gango rennur út fyri at forða fyri skoti, men Clayton er fyrri á bóltinum og lyftir bóltin uppum Gango. Helgi er tíbetur runnin aftur um Gango, og á sjálvari málstrikuni klárar hann at sparka bóltin burtur.

Helgi var ein sannur brandur í NSÍ verjuni í kvøld. Hann dugir ógvuliga væl at lesa spælið av og vinnur nógvar vandamiklar bóltar á hendan hátt.

Í 58. min fer Árni út, og Debess kemur inn. Jann Martin kemur inn fyri ein skaddan Friteif í 72. min.

NSÍ spælið hekk ikki væl saman í seinna hálvleiki. Alt ov nógvar feilavleveringar og flytingar merktu spælið, og stríðsviljin kundi gott verið størri.

Einki mál kom í seinna hálvleiki, og NSÍ vann tí dystin 1-0, og trý kærkomin stig komu á kontuna.

Næsti dystur er komandi mánadag 19. september kl 18.00 á heimavølli móti ÍF.

Hagtøl:

NSÍ-07 Vestur 1-0 (1-0)

24 min. 1-0: Klæmint Olsen NSÍ

Liðið: Gango, Helgi, Petur Pauli, Jonhard, Heðin, Jústines, Fritleif (72 min Jann Martin), Árni (58 min Debes), Mamuka, Christian Høgni og Klæmint. Á bonkinum uttan at koma inn, Ari, Andrias og Pætur. Venjari Pauli. Hjálparvenjari Bogi. Vøddamýkjari Marjun. Liðleiðarar Andras og Sjúrður.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.

[nggallery id=185]

Líknandi tíðindi