Niðurtúrur í Djúpumýru: KÍ-NSÍ 1-5

Uppgávan hjá NSÍ hesi seinastu umførini av ársins Vodafonekapping er at varðveita fjórðaplássið.

Eftir dagsins dysti at døma verður hendan uppgávan júst so trupul, sum vit høvdu væntað. Fyri liðini niðanfyri okkum er hvør dystur ein steypafinala, har sigurin økir um møguliekan at spæla vodafonefótbólt aftur næsta ár.

Okkara lið var nakað broytt til dagsins dyst. András var í málinum, Petur Pauli og Helgi í miðverjuni. Jónhard og Einar í síðunum í verjuni. Jens var verjukendur á miðjuni. Fritleif og Christian Høgni longur frammi. Mamuka og Árni á kantunum, og Klæmint frammi.

Tað sást frá byrjan av, at KÍ fór at vera ágangandi í dag. Har vóru nógvir ágrytnir ungir leikarar, ið settu fulla ferð á frameftir, tá teir fóru í álop. Spurningurin var bara, um teir fóru at fáa skjótu álopini at hanga saman, so tey góvu málmøguleikar.

Okkara spæl var meira tolið fyrstu løtuna. Einar sendi eitt langt fríspark í nettakið í 14. minutti.

Einar tók tvey horna í 16. minutti. Tað fyrra fór út til innkast, og tað næsta endaði við einum góðum høvdara móti KÍ-málinum, men tíverri varð bólturin blokeraður av einum KÍ-ara.

Einar sendi eitt langt fríspark fram til Klæmint í 20. minutti, men hann fekk ikki rættiligt skot á. Og í 22. minutti hevði Einar aftur eitt langt innlegg til Klæmint, men málmaðurin tók høvdaran hjá honum.

Klæmint vann okkum eftur eitt horna í 24. minutti, men einki spurdist burturúr. Árni hevði eitt gott skot útifrá í 25. minutti, sum Gunnar í fyrstu atløgu hálvbjargaði, men síðan fekk tamarhald á.

Kí hevði havt fleiri skjót álop, og í 26. minutti eyðnaðist tað teimum at skora. Ein bóltur varð lyftur upp um NSÍ-verjuna, og Bárður Heinesen skjeyt móti málinum. András fekk hendurnar á bóltin, men hann fór tíverri inn umvegis stongina. 1-0 til heimaliðið.

Debes kom á vøllin fyri Árna í 28. minutti, og flutti Mamuka tá yvir í vinstru síðu, meðan Debes fór í høgru.

NSÍ leitaði eftir útjavningini. Debes og Fritleif spældu væl saman í 30. minutti, og sendi Fritleif eitt skot móti handaru stong, men Gunnar bjargaði.

Í 36. minutti var aftur galið. Okkara Monrad, sum stóð seg væl í vinstru síðu hjá KÍ, setti ferð á framvið brotsteiginum hjá okkum. Hann spældi til Kristoffur Jacobsen, sum toygdi seg og skjeyt bóltin í trýkantin til 2-0.

NSÍ hevði tvey horna í 38. minutti. Fritleif fekk sent eitt skot móti málinum.

í 41. minutti varð Jens feldur nakað uttanfyri brotsteigin í vinstru síðu, men Einar sendi frísparki í múrin. Vit fingu eitt horna burturúr hesum, uttan at støðan tó bleiv vandamikil.

Í 44. minutti økti KÍ aftur um leiðsluna. Álvur trekti inn úr vinstru síðu og spældið bóltin til Kristoffur, ið setti hann í netið.

Beint áðrenn hálvleik vann Klæmint eitt fríspark í høgru síðu. Einar skjeyt hart móti handaru stong. Christian Høgni leyp fikst uppum bóltin, sum smeyg sær inn við handaru stong.

Hálvleiksstøðan var so statt 3-1. NSÍ hevði verið væl við í dystinum, hóast KÍ var á odda. Vónirnar vóru tí góðar til annan hálvleik.

Í hálvleikinum komu Jústinus og Jann Martin inn fyri Helga og Jónhard. Fritleif fór á høgra bakk, og Jens í miðverjuna.

Klæmint vann eitt horna í 48. minutti, og Debes vann eitt horna í 56. minutti, men Jústinus sendi bóltin uppum.

Í 58. minutti var eydnaðist tað nærum Christian Høgna at skora, tá Klæmint kom væl ígjøgnum í høgru síðu. Gunnar megnaði júst at vera fyrri á flata innlegginum til ein púra frían Christian Høgna.

Klæmint vann eitt fríspark uttanfyri brotsteigin hjá KÍ í 68. minutti, men skotið frá Christian Høgna varð blokerað. Christian Høgni royndi seg eisini við skoti úr høgru síðu í 69. minutti, men bólturin fór framvið handaru stong.

NSÍ hevði trýstið meginpartin av seinna hálvleiki, men KÍ hevði eisini vandamikil kontraálop. Álvur var púra leysur í 50. minutti, men skotið fór framvið handaru stong. Og í 71. minutti mátti Jens bjarga á strikuni.

Mamuka hevði ein kjans í 72. minutti eftir innlegg frá Christiani Høgna. Og Jann Martin fekk ikkirættiliga tamarhald á bóltinum inni í KÍ-brotsteiginum í 73. minutti.

Klæmint vann okkum eitt horna í vinstru síðu í 76. minutti, og Jann Martin sendi eitt innlegg til Klæmint í 76. minutti, men tað bleiv beint út til innkast.

Christian Høgni hevði eitt gott innleg beint fram við málinum í 79. minutti.

NSÍ-ararnir vóru treystir í síni roynd at venda dystinum. Men støðuga trýstið á KÍ-hálvuni gav eisini møguleikar fyri kontraálopum.

Og soleiðis bleiv eisini. Í 83. minutti sendi Hjalgrím eitt frísparkinnlegg móti handaru stong. Álvur høvdaði ótarnaður í málið til 4-1.

Og í 87. minutti gav nett sama uppskrift Álvur eitt mál aftrat, men hesaferð sá NSÍ-verjan nakað ivasom út, eftirsum bólturin ikki bleiv beindur burtur nóg skjótt.

Klæmint vann okkum eitt horna beint áðrenn leiklok, og Jann Martin hevði seinasta møguleikan við einum høvdara.

Samanumtikið vunnu KÍ uppá ágrýtið og skjótt spæl. NSÍ var spælstýrandi í stórum pørtum av dystinum og hevði kjansirnar at skora bæði tíðliga í fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki. Vit høvdu eitt hav av hornaspørkum, minst 10, og fríspørkum, sum tíverri alt ov sjálvdan gjørdust vandamikil.

Um sæð verður burtur frá málunum, var talan um ein javnan dyst. Men málini telja, og var hesin sigurin og tey trý stigini kærkomin hjá KÍ.

Vit liggja framvegis á fjórða plássi, 6 stig frammanfyri B68, nú tað reysta 4 dystir.

NSÍ má royna at reisa seg til næsta dystin, sum er á útivølli móti Víkingi, ið berjist fyri meistaraheitinum.

Tað eru ongir lættir dystir nú. Vónandi eru vit skarpari í málroyndunum, tættari í verjuni – og tað kundi verið hugaligt, um vit fingu gagnnýtt deyðbóltarnar eitt sindur betur.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=186]

Líknandi tíðindi