Meinhard Olsen úttikin til U-17 landsliðið

By | oktober 17, 2011 at 7:26 pm | 2 comments | Felagið

U17 landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F Joensen, hava úttikið teir 18 leikararnar, sum skulu manna føroyska hópin til komandi  EM undankapping fyri U17 landslið í Luxembourg.

Tann bert 14 ára gamli Meinhard Olsen úr NSÌ, er millum teir 18 leikararnar sum venjarnir hava úttikið til U-17 landsliðið. Hann er yngsti leikarin á U-17 landsliðnum.

Meinhard spælir við dreingjaliðnum hjá NSÌ sjálvt um hann hevur smádreingjaaldur. Bæði í 2010 og í ár hevur Meinhard spælt við U-15 landsliðnum og var hann toppskjútti tá landsliðið luttók í Brøndby Cup í summar.

Føroyar eru í bólki saman við Fraklandi, Norðurírlandi og Luksembourg til hesa kappingina. Dystirnir verða
leiktir soleiðis:

28. oktobur kl. 15.30: Frakland – Føroyar
30. oktobur, kl. 15.30: Norður Írland -Føroyar
02. novembur, kl. 18.00: Føroyar – Luksembourg

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum mikudagin 26. oktobur og koma teir heimaftur 3 novembur.

Heimasíðan ynskir Meinhard, hjartaliga tillukku við úttøkuni og landsliðnum góða eydnu Ì EM kappingini í Luxemborg.

2 viðmerkingar

  1. Sámal Hansen (1 ár síðani)

    Sera flott Meinhard, tú ert óførur. tillukku við úttøkuni, og góða eydnu. Eg eri sera stoltur av at vera venjari hjá einum so góðum leikara sum tær :-)

  2. Hilmar (1 ár síðani)

    SODAN MEINHARD! vís nu hvat tu dugur ;)

Viðmerkingar