Broytingar í kappingarleistinum fyri 2012

Niðanfyri eru tær broytingar sum FSF hevur gjørt fyri kappingarárið 2012:

Unglingar U18:

Aldursmarkið verður lækkað við einum árið. T.v.s. at leikari skal ikki verða fyltur 18 ár, áðrenn 01.januar 2012, men skal verða fyltur 15 ár, fyri at leika lógliga við í lands- og steypakappingini 2012.

Dreingir U16: Vøllur og leikaratal óbroytt í mun til 2011. Kappingin verður tó broytt soleiðis, at tað verður ein stutt innleiðandi kapping, og síðani ein A bólkur við 8 liðum restina av kappingini, meðan hini liðini fara í ein B bólk.

Smádreingir U14: Vøllur og leikaratal v.m. óbroytt.

Old Boys: Tilmelda verður í tveimum bólkum, ein fyri leikarar 35 ár og eldri, meðan hin er fyri leikarar 45 ár og eldri.

Old Girls: Aldursmarkið verður hækkað frá 30 til 35 ár.

Líknandi tíðindi