Vit møta B68 í Eysturoyarkappingini
Eysturoyar Kappingin er trekt í kvøld. Í ár eru luttakandi liðini hesi: ÍF, Víkingur, NSÍ og B68.
5 mans vóru til staðar, tá liðini skuldu trekkjast kl. 19.30 í Fuglafirði í kvøld.
Ólavur Larsen legði seðlarnar í ein bolla, og Leivur Joensen skuldi trekkja fyrsta liðið; tað gjørdist NSÍ.
Síðani skuldi Margeir Toftegaard trekkja ein mótstandara til NSÍ í fyrsta dystinum, og tað gjørdist B68.
So vóru bert ÍF og Víkingur eftir í bollanum, og har trekti Jákup Johansen ÍF sum heimalið, og Jan Ellingsgaard trekti síðani Víking sum tað seinasta liðið.
Eysturoyar Kappingin sær sostatt soleiðis út:
Leygardagin 3. mars
Kl. 15.00: NSÍ – B68
Kl. 17.00 : ÍF – Víkingur
Sunnudagin 4. mars
Kl. 13.00: Dystur um 3. og 4. pláss
Kl. 15.00 Finalan
Tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar í Eysturoyar Kappingini 2012, og vónandi verða nógv fólk at síggja í Fuglafirði hesar báðar dagarnar.
ÍF takkar annars Víkingi, NSÍ og B68 fyri at vilja luttaka í Eysturoyar Kappingini 2012.