Klæmint skoraði fyri landsliðið

Føroyska a-landsliðið hevur spælt sín seinna venjingardyst í Spania í dag.

Dysturin var móti La Union úr triðbestu sponsku deildini.

Føroyar vunnu 1-0 við máli, sum Klæmint skoraði við góðum høvdara móti endanum av dystinum. Sambært football.fo var sigurin tryggur og uppiborin.

Kristian royndi seg í málinum frá byrjan í dag, og Klæmint kom á vøllin í seinna hálvleiki.

Okkara leikarar hava heilt víst fingið góða venjing og royndir hesar dagarnar í Spania.

Líknandi tíðindi