Mathias Davidsen settur sum klubbvenjari hjá NSÌ

FSF  hevur avgjørt at stuðla feløgunum runt landið í teirra arbeiði við at menna yngru leikararnar. Fokusbólkurin eru allir U10, U12 og U14 dreingjaleikarar í feløgunum.

Hetta hevur við sær, at hvørt felag skal finna ein “Klubbvenjara”, sum skal standa fyri og stuðla upp undir leikaramenningina í felagnum.

Ungdómsnevndin í NSÌ hevur í hesum sambandi sett Mathias Davidsen sum klubbvenjara. Mathias hevur UEFA A-venjaraútbúgving og hevur í nógv ár virkað sum venjari bæði í ungdóms og vaksnamannadeildunum hjá NSÌ. Hann hevur eisini í eitt drúgt tíðarskeið verið landsliðsvenjari á fleiri av føroysku ungdómslandsliðunum.

Uppgáva klubbvenjarans er m.a.

  • Regluliga taka lut í dagligu venjingini í felagnum saman við venjarunum hjá liðunum í fokusbólkinum
  • Virka sum ráðgevi hjá øðrum barna- og ungdómsvenjarum í felagnum
  • Virka fyri, at felagið hevur eina menningarætlan fyri barna- og ungdómsfótbóltin
  • Gera eina virksemisætlan fyri hvørt hálvárið
  • Virka fyri, at felagið í øllum sínum virksemi leggur seg eftir at liva upp til meginregluna: Flest møguligt – longst møguligt – best møguligt
  • Skipa fyri, at barna og ungdómsvenjarar í felagnum hava felagsfundir/skeið, har spurningar, sum hava við venjing, dystir, foreldrasamstarv o.l. at gera, verða umrøddir
  • Stuðla upp undir, at einstaki leikarin setur sær greið og ítøkilig mál, og at fylgt verður upp um hesi
  • Stuðla leikarum í at venja sjálvir – at hava eginvenjing
  • Stuðla upp undir og luttaka á foreldrafundum og øðrum líknandi tiltøkum í felagnum, sum kunnu skapa áhuga, samanhald og trivna
  • Taka lut í felagstiltøkum og skeiðum, sum FSF skipar fyri, og sum eru ætlaði at geva klubbvenjarunum fakligan og praktiskan íblástur.

Liðvenjarin saman við klubbvenjaranum gera eina ársætlan, mánaðarætlan og vikuætlan fyri einstaka liðið. Dagliga venjingin verður gjørd so hvørt og í tráð við langtíðarætlanina og vikuætlanina. Liðvenjarin stendur fyri venjingini, meðan klubbvenjarin fyri tað mesta tekur sær av ávísum pørtum av venjingini og/ella ávísum leikarum.

Klubbvenjarin eigur at hava eyga við hvørjir U14 leikarar eru viðkomandi til U15 landsliðið og ráðgeva landsliðsvenjaranum í so máta.

Klubbvenjarin er partur av teimum felagstiltøkum sum FSF skipar skipar fyri í ymsu aldursbólkunum. Meðan landskappingin fer fram eru tvey felagstiltøk hvørt hálvárið fyri úrvaldar leikarar í U14 aldursbólkinum. Felagstiltøkini eru ætlaði til at savna evnaríkar og ídnar leikarar kring landið á einum staði til at venja saman og til at kappast.

FSF setur samskiparar, sum regluliga vitja klubbvenjarnar kring landið – 3 til 4 ferðir hvørt hálv-árið. Endamálið er at ráðgeva og stuðla upp undir virksemið hjá klubbvenjaranum.

Ungdómsnevndin er sera fegin um at Mathias hevur átikið sær klubbvenjara uppgávuna í felagnum og fara vit at ynskja honum góða eydnu í arbeiðinum.

Líknandi tíðindi