András farin til Klaksvíkar

Málverji okkara seinastu tvey kappingarárini, András Gángó, hevur gjørt sáttmála við KÍ.

András gjørdist beinanvegin í 2010 ein favorittur hjá NSÍ-viðhaldsfólkunum við sínum frálíku bjargingum og við góðu stýringini av verjuni. Hetta árið, tá NSÍ vann bronsu, varð András valdur til besta málmann í kappingini.

Millum størstu og minniligastu avrikini hjá András eru eisini teir báðir dystirnir móti Fulham FC í Europa League seinasta summar.

NSÍ takkar András fyri hansara sera týðandi leiklut fyri NSÍ hesi bæði seinastu árini og ynskir honum góða eydnu í KÍ.

Líknandi tíðindi