Úr skotgrøvini: Jóhann Lützen, KÍ

Hóast nakrir dagar eru til dystin móti KÍ leygardagin, er spenningurin longu byrjaður. Hesa ferð er tað Jóhann Lützen, ið stingur høvdið upp úr skotgrøvini. Jóhann hevur leikt fyri KÍ og er nú at finna í ovastu bláu leiðsluni. Millum minnini hjá honum er eitt dundurskot móti B68…

Navn og aldur?
Jóhann Lützen, 35 ár

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt, og hvar á vøllinum?
Eg havi leikt við KÍ og EB/Streym. Eg havi leikt í álopinum, høgru mið og høgra bakk.

Tín yndisleikari hjá KÍ? – nú og/ella fyrr
Yndisleikari nú er Rudolf Eliasen og fyrr Kurt Mørkøre.

Størsta løtan við KÍ?
Mín størsta løta var 23. juni 1996, tá eg skoraði tvey mál fyri KÍ ímóti B71 í bestu deildini og legði upp til tvey. Ella kanska tað var tann 13. apríl 1997, tá eg í steypakappingini skoraði úr 45 metrum fyri KÍ ímóti tykkara arvafíggindum B68. Ella kanska….

Leygardagin spæla KÍ og NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
NSÍ ger ein KÍ við at satsa lokalt, og tað er gott. Hinvegin er ongin onnur loysn, tí ongir pengar eru. Avbjóðingin liggur í at halda á við at satsa uppá egið tilfeingi, hóast pengar eru á kistibotninum. Vit “uppdagaðu” Monrad fyri tykkum í fjør, og tit skulu halda fast uppá hann, tí sjálvsagt skal hann spæla í svørt-gulum. NSÍ er kent fyri at hava ælt framúr góðar leikarar gjøgnum tíðirnar. Haldið á við tí, og fjølgið um leikararnar – bæði kvinnur og menn!

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum leygardagin?
Mest eyðsýndi leikarin hjá KÍ verður Kristoffur Jakobsen, og hjá NSÍ verður tað Helgi L. Petersen.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður leygardagin?
KÍ vinnur 2-1

Líknandi tíðindi