Úr skotgrøvini: Hallur Holm, B36

Ein av føroya best rennarum, eldsál og formað í sersambandinum fyri frælsan ítrótt og B36-ari um ein háls. Hallur Holm er í skotgrøvini.

Navn og aldur?
Hallur Holm, 44 ár.

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt, og hvar á vøllinum?
Spældi øll míni ungdómsár í B36. Fyrstu árini sum aftasti maður, síðani í vinstru síðu.

Tín yndisleikari hjá B36? – nú og/ella fyrr
Hugin Samuelsen var ein stjørna i B36 i 60’unum, 70’unum og fyrst i 80’unum. Hann var fyrimyndin hja mongum ungum B36’ara. Av dagsins leikarum damar mær best Klæmint Matras. Hansara striðsvilji og hansara stóra felagskensla má ikki undirmetast. Eitthvørt felag hevur brúk fyri einum slikum manni!

Størsta løtan við B36?
Størsta løtan í B36 man vera, tá vit vunnu dómsnevndarsteypið í 1983. Men túrarnir í Danmark við smádreingjunum hava fest seg rimmarfast í minni.

Sunnudagin spæla B36 og NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
NSÍ er eitt felag, sum hevur fostrað ótrúliga nógvar góðar spælarar, og kunnu teir hóast stórt fráfall, altíð møta við einum liði, sum á degnum kann vinna á øllum hinum liðunum.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?
Lukas er rættiliga komin í gongd nú, so hann og Klæmint verða heilt víst tveir av profilunum.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður sunnudagin?
Mær dámar illa at gita um fótbóltsúrslit, men eg havi ein mistanka um, at B36 vinnur 2-1.

Líknandi tíðindi