Árni dagsins maður móti B36

By | maj 27, 2012 at 11:12 am | No comments | Effo-liðið

Tit hava valt Árna Frederiksberg til dagsins mann í 3-1 sigrinum á B36 seinasta sunnudag.

Árni var ein sonn plága hjá B36-verjuni allan dystin og skoraði tvey mál. Hann fekk heili 29 % av teimum 196 givnu atkvøðunum.

Verjukempan Pál Mohr Joensen og Klæmint býttu annaðplássið millum sín við 16 % av atkvøðunum.

Í morgin bíðar ein stór avbjóðing í Vági, har FC Suðuroy, sum í vikuni vann á oddaliðinum, Víkingi, í steypakappingini tekur ímóti NSÍ.

Dysturin snýr seg um, hvat av liðunum fyrst skal lyfta seg úr tunga endanum av deildini.

FC Suðuroy hevur fyrsta sigurin í landskappingini til góðar, meðan NSÍ við einum sigri og øðrum úrslitum til vildar kann lyfta seg undan niðaru strikuni.

20.05.12 Besti NSÍ'arin móti B36?

  • 11. Árni Frederiksberg (29%, 57 atkvøður)
  • 24. Pál Mohr Joensen (16%, 31 atkvøður)
  • 10. Klæmint A. Olsen (16%, 31 atkvøður)
  • 1. Kristian Joensen (8%, 16 atkvøður)
  • 25. Óli Arge (6%, 12 atkvøður)
  • 21. Andras Frederiksberg (5%, 10 atkvøður)
  • 3. Monrad Holm Jacobsen (5%, 9 atkvøður)
  • 16. Andrias á Líknargøtu (4%, 8 atkvøður)
  • 8. Ari Ellingsgaard (4%, 7 atkvøður)
  • 18. Magnus H. Olsen (4%, 7 atkvøður)
  • 22. Sjúrður Jacobsen (4%, 7 atkvøður)
  • 4. Jens Joensen (0%, 1 atkvøður)

Atkvøður íalt: 196

Loading ... Loading ...

Viðmerkingar