Leikarin: Sjúrður Jacobsen

Navn: Sjúrður Jacobsen

Føddur: 29.08.76

Hagtøl hjá Sjúrði á faroesoccer.com

Stað á vøllinum? Tey yngru árini spældi eg offensivur á miðjuni. Tá eg kom á besta liðið, bleiv eg brúktur sum vinstri bakkur. Frá 2007 spældi eg defensivur á miðjuni, og nú eri eg so endaður aftur sum vinstri bakkur.

Høgra ella vinstra bein? Brúki mest vinstra bein, men kann annars brúka uttarusíðu av vinstra beini.

Starv? Eg arbeiði sum vektarformaður hjá Diamond Fish í Leirvík. Tað er eitt virki hjá Petur Mohr og Jónsvein Knudsen.

Frítíðarítriv? Heimasíðan sparka.fo. Hyggja eftir einum góðum filmi. Lesa eina góða bók, beint nú lesi eg søguna um Kenny Dalglish.

Yndis matur? Føroyskur matur: seyðarhøvd, ræst kjøt, ræstur fiskur, fiskafrikadellur. Ein góður kyllingur er eisini góður, og rugbreyð frá Miðberg við skerpikjøt á.

Yndis tónleikur? Har lurti eg eftir øllum, men favorittsangurin er “You’ll Never Walk Alone”.

Yndis sjónvarpssending? Frasier

Títt fyrsta fótbóltsminni? Tað er einki, sum sigur mær, nær eg sparkaði mítt fyrsta spark, men eg havi sæð myndir úr túninum, har eg sparki sum 5-ára gamal. Eg minnist, at eg fekk eitt VHS-band av Liverpool (“The Official history of Liverpool”), og tí byrjaði eg at halda við Liverpool. Áhugin kom tann vegin. Sum eg minnist, havi eg altíð sparkað.

Føroya besti leikari? Teð er Klæmint H. Olsen. Hann er toppskjútti í deildini, og spælir á einum liðið sum kempar ímóti niðurflyting.

Heimsins besti leikari? Lionel Messi

Yndislið í Premier League? Liverpool

Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við? Fyrr, kanska afturí í 2002… so var ein sum Djóni N. Joensen ein øgiliga festlig typa. Í dag, kundi man sagt, eru nógvar stuttligar typur. Jens Joensen hevur altíð onkrar stuttligar viðmerkingar, hann sigur tingini uppá sín máta inni á vøllinum. Men altso all-time… har er Djóni, Pól Thorsteinsson, men ein, sum altíð hevði onkra festliga søgu at fortelja, var Jens Martin Knudsen. Hann var stuttligur uppá sín serliga máta. Hann má vera all-time stuttligast.

Harðast undir venjing? Helgi hevði nokk sagt Kristian, tí Helgi fekk hjernarystilsi av honum undir venjing. Jens Joensen, um eg skal velja ein. Men nú Pól Jóhannus er heima, so er hann grótharður – eitt tanks.

Hevur tú nakra damu? Ikki akra nú – einki fast.

Seinasti filmurin tú sá? Minnist ikki, vend aftur… hugdi nýliga eftir Green Zone, men annars er favorittfilmurin hjá mær Brave Heart – mær hevur altíð dámt væl Mel Gibson.

Yndis teknifilmur? Har eru fleiri… Tom og Jerry og Speedy Gonzalez, eg kundi eisini nevnt Road Runner.

Yndis grønsak? Jarðber

Hvar dámar tær at ferðast? Tað er so tað, eg eri ikki so ofta uttanlanda. Eri onkuntíð í Danmark og vitji familju. Kanska onkustaðni, sum hevur onkrar strendur.

Hvat er tín yndis keks/kaka? Ein góð lagkaka frá Miðberg, men vanliga eti eg ikki lagkøkur…

Yndis sodavatn? Ein góð Faxe Kondi, men vanliga drekki eg ikki sodavatn, meðan kappingin er í gongd.

Te ella kaffi? Kaffi, men drekki vanliga ikki kaffi ella te.

Dugir tú at binda slipsaknút? Ja

Hvør vinnur EM? Eg hopi, at Týskland klárar at koppa spaniólum, men eg stúri fyri, at Spania aftur í ár vinnur EM.

Myndir: Birita Hansen
[nggallery id=218]

Líknandi tíðindi