Í kvøld skein sólin við Løkin: NSÍ-EB/Streymur 1-0

Skrivað hevur Eyðun Gaardbo

Aftaná ein linligan fyrra hálvleik, fingu vit ein sera spennandi og undirhaldandi seinna hálvleik, og var spælið hjá okkara monnum trilvandi og innsatsurin ivasamur í fyrra hálvleiki, so vóru teir sum hamskiftir í seinna og spældu fult upp til sundalagsmenn, og tó at bæði lið høvdu møguleikar at avgera, var tað eftir mínum tykki NSÍ liðið, ið vildi meira vinna í kvøld og tí eisini fór avstað við øllum stigunum.

Sum nevnt var fyrri hálvleikur linligur og ikki serliga hendingarríkur. Okkara menn tóku ov ofta skeivar avgerðir, t.v.s. spældu langt, tá teir kundu spælt stutt, og stutt, tá teir áttu at spælt langt, og eisini góvu teir sær ov lítla tíð at velja rættar loysnir, og tað vóru tí eisini sundalagsmenn, ið sótu á tí mesta í fyrra hálvleiki.

Okkara fyrsta næska roynd kom ikki fyrrenn í 16. min. Eftir uppspæl ímillum Árna og Monrad í høgru kom ein góð sending innfyri í málteigin, men endaði aftanfyri baklinjuna, áðrenn Jann Martin fekk skotið útfrá aftur. Í 19. min. er Levi ígjøgnum fyri sundalagsmenn, men skotið fer beint framvið okkara máli. Í 23. min. er aftur gott uppspæl ígjøgnum høgru, sum endar við at Monrad leggur innfyri og har beinir Gert bóltin til horna fyri nøsini á Jens, sum spældi í álopinum í dag.

Í 27. min. er Arnbjørn Hansen fyri sundalagsmenn leysur í høgru síðu, men skotið fer beint framvið. Í 29. min. leggur Jann Martin gott innlegg til Magnus, men EB/S menn beina til horna. Í 32. min. dregur Árni allan vegin ígjøgnum í høgru, men innleggið kom ongantíð. Í sama minutti er Arnbjørn ígjøgnum í hinum endanum og skotið fer framvið okkara málið.

Í 35. min. hava vit okkara best gjøgnumspælda álop í fyrra hálvleiki við nógvum bóltflytingum, og alt endar loksins við sending innfyri til Jens, ið skallar í málið, men dømt verður fyri óreglusemi ímoti Jens. Í 37. min. er EB/S ígjøgnum. Leif spælir Arnbjørn púra blankan, og hesin skallar ímóti málinum, men Kristian er sum køtturin og stórbjargar út til horna.

Tá dómarin bríkslaði til hálvleiks, sat ein við eini kenslu av, at um vit ikki broyta spælistíl, hugburð og menn ikki leggja meira fyri, so berst ikki bøtur, tí øll vita, hvussu effektivur álopsparturin hjá sundalagsmonnum er – eisini teir dagar, teir ikki spæla serliga sannførandi annars.

Men hann ið stúrdi fyri seinna hálvleiki, fór tíbetur skeivur og reiðiliga tað, tí frá fyrsta bríksli, so tóktust okkara menn nú tendraðir, árvaknir og greiðir yvir, at skuldu stig koma til høldar, var neyðugt við einum nógv størri og miðvísari innsatsi, enn vit høvdu sæð higartil.

Longu í 46. min. eru vit ígjøgnum í høgru. Monrad og Árni spæla seg ígjøgnum – innlegg til Jens við handaru sum fær ein 100% møguleika, men skallar í fangið á René. Í 49. min. vinnur Andrass – sum spældi ein branddyst í dag – bóltin frá sundalagsmonnum, spælir Klæmint leysan, men í kapprenning við René, prikar Klæmint bóltin víðari, men rennur so saman við René, sum var komin út.

Í 55. min. er aftur væl gjøgnumspælt NSÍ álop, sum byrjar afturi í høgru og endar hjá Klæminti til vinstru frammanfyri málinum, men René bjargar royndini og bólturin støkkur til Árna, sum verður dømdur rangstaddur.

Løtuna frá 56.- til 59. min. er ógvusligt EB/S trýst og tað gevur so kontramøguleikar – í eina førinum er tað Jann Martin sum dregur allan vegin fram ígjøgnum høgru síðu – leggur tvørturum til Klæmint, sum bara nertir bóltin, sum fer víðari til Árna, sum langar til í yvirliggjaran og uppum.

Í 62. min. hendi tað, sum vit øll høvdu vóna – at NSÍ leggur seg á odda. Upprunin til málið kemur frá frísparki, sum verður dømt fyri alboga ímóti Andrassi. Hetta er einar 30 metrar, kanska meiri útifrá málinum, miðskeiðis fyri og tað sum øll vónaðu, men fáur væntaði, tað hendi. Magnus leggur bóltin væl til rættis – fær sær renningarlop og langar til, uppum múrin og bólturin tekur svørin 2 metrar frammanfyri René, helst heldur óvæntað og hesin fær bert hondina á bóltin, sum smýgur sær upp í netmeskarnar, og so var støðan 1 – 0, og sum vera man gott lag á heimaviðhaldsfólkinum – nú ráddi um at halda tætt.

Í 67. min. kemur Jens í góða skotstøðu, men skotið verður blokerað til horna. Í 71. min. eru sundalagsmenn ígjøgnum, Arnbjørn er í góðari støðu í vinstru og skjýtur við vinstra diagonalt beint uppum. Í 77. min. er góð NSÍ støða, men Jens verður dømdur rangstaddur. Í 78. min. hevur EB/S sera vandamikið fríspark sum verður skotið innfyri – og sent víðari, tíbetur spakuliga framvið okkara málið. Í 80. min. verður fríspark gjørt ímóti Andriasi, sum kom væl inn í dystin, sent innfyri og við handaru stong var Magus púra blankur, men tíverri fekk hann ikki skot á bóltin. Síðstu løtuna var eitt áhaldandi EB/S trýst, og hinvegin eisini fleiri NSÍ skjót mótálop. Í 89. min. fær EB/S streymur fríspark langt úti, sum Hans Pauli sendir inn til Arnbjørn, sum snittar bóltin beint framvið okkara málið. Tað stóð nógv á heimaliðnum síðstu løtuna, og hinvegin vóru eisini hol í EB/S verjuni, sum nú høvdu satsað offensivt, so tá alt kemur til alt, kundi úrslitið tað sama verið 2 – 0, men vit kunnu sagtans liva við 1 – 0.

Hugaligt at halda steðg í Effo-deildini við einum sigri. Næsti dystur verður sambært leikskránni 22. juli ímóti HB í Gundadali.

NSÍ – EB/Streymur  1 – 0 (0-0)

62’ 1 – 0 Magnus Olsen

Liðið hesaferð: Kristian, Monrad, Helgi, Pál, Sjúrður, Árni, Andrass, Jann Martin, Magnus (’89 Óli), Jens og Klæmint (’64 Andrias)

[nggallery id=220]

Líknandi tíðindi