Mynd av øllum

Fótbóltsskúlin 2012 (1. dagur)

Í góðveðrinum í dag hava 60 leikararar í aldrinum 6-12 ár, roynt sín bóltførleika á fótbóltsskúlanum hjá NSÌ. Instruktørar í dag hava verið Mathias Davidsen, Jens Martin Knudsen, Andy Olsen, Bogi Løkin, Karl Løkin, Pól Johannes Justinussen, Johan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen, Christian Høgni Jacobsen, Einar Hansen og Tummas Eivind Hansen.

Venjingin fyrrapartin var frá kl 09.30 til 12.00 og seinnapartin frá kl 13.30-15.30. Steðgur var frá 12.00-13.30, har allir luttakarnir fingu suppu, frukt og grønmeti. Sjálv venjingin var skipað sum stasjónsvenjing har serligur dentur varð lagdur á tekniska venjing.

Tá skúlin var liðugur, fingu allir leikarnir luttøkuprógv, t-shirts og vatndunk frá Faxe Kondi.

Í morgin er skúlin fyri leikarar í aldrinum 12-16 ár gentur og dreingir.

Myndirnar í dag hava Adrian Dalsá og Johnny Lamhauge.

[nggallery id=221]

[nggallery id=222]

Líknandi tíðindi