Fótbóltsskúlin 2012 frásøgn og myndir (2. dagur)

0

Í dag var fótbóltsskúlin fyri leikarar í aldursbólkunum 12-16 ár. Umleið 40 leikarar fingu venjing frá kl 09.30 til kl 12.00 og so aftur frá kl 13.00 til 15.30. Millum kl 12 og 13 var matarpausa har luttakarnir fingu suppu og leikmeti.

Venjingartemaið í dag var tað sama sum ígjár. Torførisstigið varð í mestan mun sett eftir leikaraførleikanum.

Tá skúlin var liðugur fingu allir luttakarnir signerað skreytiblað, vatndunk og t-shirt.

Samanumtikið var talan um ein sera væleydnaðan fótbóltsskúla har 100 børn í aldrinum 6-16 ár fingu góðar venjingar umframt at trivnaðurin var sera góður.

Ungdómsdeildin ynskir at takka instruktørunum, Mathias, Pól Johannus, Boga, Karl, Jóhan, Andy, Christian Høgni, Einar, Jens Martin, Viljormur, Tummas Eivind og Álvur fyri at teir tóku sær stundir at venja leikararnar. Ein stór tøkk skal veitast til okkara dugnaligu kokkar sum góvu okkum heilsugóðan mat báðar dagarnar skúlin vardi.

Myndafólkini Adrian Dalsá og Johnny Lamhauge fáa eisini eina hjartans tøkk at teir komu framvið at taka myndir.

Stuðla kappingina hava Faxi Kondi og FK. Stóra takk fyri stuðulin.

Myndir: Adrian Dalsá

 

Myndir: Johnny Lamhauge

Share.

Skriv et svar