|

Ger so væl: HB-NSÍ 2-4

HB-NSÍ 2-4 (0-2)

Í dag var hol sett á seinnu hálvu av landskappingini í EFFO-deildini. Fyrra hálva hevur verið trilvandi, har liðið hevur spælt eitt heilt nýtt lið inn, og samstundis eina nýggja spælskipan. Men undan steðginum sá sera gott út, tá vit megnaðu at vinna á bæði TB og EB/Streymi.
Í dag byrjaði so seinna hálvan, og uppgávan var at basa HB í Gundadali.

Longu í fyrsta minutti hevði NSÍ so tann fyrsta kansin. Pól Jóhannus ið spældi sín fyrsta dyst fyri NSÍ royndi seg við einum góðum skotið, men skotið fór framvið.

Eftir hetta setti HB seg á dystin og leingi stóðu okkara menn fyri tað mesta bara og vardu fyri, og hetta lukkaðist sera væl.

Eftir hálvan tíma fingu NSÍ so eitt fríspark millum miðjuna og 16-meturin úti í høgru síðu. Bólturin bleiv sendur inn í 16 meturin og har lupu Jóhan T. Davidsen og aðrir upp eftir bóltinum. Jóhan var óheldigur og bólturin rakti hondina, so Rúni dømdi brotsspark til NSÍ.
Straffið umsetti Klæmint trygt til 0-1 til NSÍ.

Eftir hetta legði HB ikki eins stórt trýst á NSÍ, meðan NSÍ lá og bíðaði eftir kontra møguleikum.
Stutt fyri hálvleik kom ein bóltur til Klæmint, sum var staddur nakað uttanfyri 16-meturin hjá HB. Hann legði bóltin til Pól Jóhannus, sum við einum langskotið sendi bóltin heilt út í høgru stong, uttan nakran kjans hjá Teituri at bjarga.

Hálvleiksstøðan var tískil 0-2, og tað er nokk einki at ivast í, at fleiri hugsaðu aftur á dystin í Runavík, tá NSÍ eisini var á odda 2-0, fyri síðan at tapa dystin, men tíbetur høvdu okkara menn ís í búkinum tá teir komu innaftur til seinnahálvleik.

NSÍ-liðið stóð í verjustøðu, men vóru ótrúliga skjótir at umstilla liðið til álopsstøðu, og tá Jann Martin og Árni settu ferð upp í gjøgnum síðurnar, var altíð vandi á ferð.

3. málið hjá NSÍ kom eftir júst eina skjóta umstilling. Jann Martin bleiv sendur upp gjøgnum høgrusíðu, meðan Árni kom stormandi upp gjøgnum vinstru síðu. Jann Martin legði ein góðan bólt inn um HB verjuna og so var Árni tryggur og setti bóltin í netið til 0-3. Ein forloysandi løta fyri NSÍ áskoðarafjøldina.

Um tað var NSÍ sum datt aftur á vøllin ella um tað aftur kom lív í HB liðið, og teir harvið trýstu NSÍ aftur, kunnu vit bara meta um, men í øllum førum komu HB betur við aftur í dystin eftir hetta.

Fleiri ferð komu teir fram til góð innlegg, men tíbetur fyri okkum fóru flestu bóltarnir framvið málinum ella blivu ruddaðir vekk av verjuni. Kristian vísti eisini í nøkrum førum hví hann er fyrsta væl til U-21 landsliðið, og helst eisini er ein kandidatur til at standa í mál á A-landsliðnum.

Alt hetta endaði tó við at HB fekk mál. Í 58. minutti kom eitt hornaspark inn fyri málið og eftir at bólturin var ruddaður eitt sindur vekk, fekk Rókur av Fløtum gott skot á bóltin, sum sat trygt í netinum til 1-3.

NSÍ hevði ikki meiri enn givið bóltin uppaftur, so var NSÍ í álopi. Bólturin bleiv sendur inn um verjuna til Árna, sum við einum kanónskoti skeyt bóltin beint í búkin á Teiti, sum mátti “niður til teljingar” áðrenn spæli kundi setast í gongd aftur.

Ein stórur kjansur, sum tíverri ikki fór í málið.

Eftir hetta gjørdist spælið meira rótut og og fleiri kort komu eisini hesa løtuna.
Okkara menn fóru hart inn í taklingarnar og tískil fingu vit nógv kort tað síðstu løtuna. Helgi, Andras, Kristian, Árni, Klæmint, Sjúrður og Bjarki blivu allir skrivaðir í bókina hjá Rúna Gaardbo.

Gula kortið hjá Klæmint var eitt sindur løgið, tí tá NSÍ skoraði málið til 1-4, sá Rúni ikki at bólturin var inni, og Klæmint segði sína hjartans meining við Rúna, um hvat hann helt um hetta. Rúni gevur honum gula kortið og sær síðan at linjuverjin hevur flaggið uppi.
Rúni fer út til linjuverjan, sum sigur honum at bólturin var inni áðrenn HB ruddaði vekk. Eitt tryggjandi mál, men eitt óneyðugt gult kort.

Móti dystarenda fekk HB eitt fríspark uttanfyri brotssteigin, sum Vagnur M. Mortensen sendi trygt upp um verjugarðin og í mál. 2-4, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Flott kempa NSÍ. Koyr á NSÍ!!!

Dagsins lið hjá NSÍ:
Kristian – Monrad, Jens, Helgi (út í 66. min), Sjúrður – Jann Martin, Magnus, Andras (út í 85.min), Árni – Pól Jóhannus – Klæmint

Á beinkinum:
Pætur, Andrias (inn í 66. min), Bjarki (inn í 85. min), Jústinus, Rógvi

Hagtøl frá dystinum síggjast á Faroesoccer.com

Myndir frá dystinum:

[nggallery id=225]

Líknandi tíðindi