Frálíkt: NSÍ dreingir U-12 vunnu bronsuna á Århus Football Festival

NSÍ dreingir U-12, spældu í dag um bronsuna í stóru fótbóltskappingini Århus Football Festival í Danmark.

Bronsudysturin var ímóti FC Århus. Dysturin endaði við 2-1 sigri til NSÍ 1. Málini skoraðu Jógvan Højgaard og Sjúrður Pauli Nielsen. Bæði málini vóru skoraði uppá super langskot.

Hetta er eitt sera flott avrik av okkara dreingjum.

Hjartaliga tillukku dreingir. Venjari hjá dreingjunum er Abraham Løkin og liðleiðari er Karstin Højgaard.

MYND. Afv. Àbraham, Magnus, Markus, Sjúrður Pauli, Jóhannes, Atli, Stefan og Karstin.

Ffv. Bjarki, Martin, Sølvi, Jógvan og Pætur.

Myndin er tikin eftir av dreingir hava fingið bronsu heiðursmerki og steyp.

 

Líknandi tíðindi