Familjudagurin verður 1. september

Leygardagin 01.09.12 verður árligi familjudagurin hjá NSÍ aftur. Byrjað verður við gongutúri út á Toftavatn, har ársins vespa verður avdúkað.

Aftan á bjóðar NSÍ til morgunmat í teltinum við vøllin.

Á familjudegnum verður millum annað: straffikapping, hoppiborgir, pílakast, fiskibrunnur, togtogan millum bygdirnar, kapping á tarvinum við almennum persónum úr Runavík og annað undirhald.

Aftur í ár verður syngi við, pub quiz og dansur við LM-band. Kostnaður fyri dansin er 150 kr.

Líknandi tíðindi