Ein góður maður farin

Tað kom okkum øllum dátt við, tá deyðsboðini bórust týsmorgunin í farnu viku, at Jónsvein Knudsen var farin. Alt steðgaði upp, tí hetta gav líkasum onga meining, at hann skuldi verða tikin burtur í bestu árum, bara 54 ára gamal, og enn virkisfúsur og fullur av orku og góðum hugskotum.

Hóast Jónsvein altíð hevði livað lívið fult út og var góður við lívið, so mundi eingin ivast tað minsta í, at hann framvegis kundi framt og útint so mangt, tí hann var veruliga ein av teimum, ið treivst best í vási og har sum nakað hendi. Hann dugdi ikki at síggja nakra orsøk til at sita hendur í favn og bíða, so gjørdi eingin annar tað, sum gerast skuldi, so gjørdi hann tað sjálvur.

Longu sum 19 ára gamal byrjaði hann á skrivstovuni á táverandi Lynfrost, og 35 ára langa arbeiðslív hansara kom fiskurin at vera reyði tráðurin, ið gekk aftur. Bæði sum virkisstjóri og reiðari á nógvum skipum fekk hann avrikað nógv, og tað munnu ikki vera so fá húski, ið av hesum fingu innkomuna, tí tá Jónsvein var farin í gongd, stungu arbeiðspláss og kjansir seg upp allastaðni.

At hann hevði evni og hegni sum vinnulívsmaður, fortelja ikki minst teir mongu álitissessir, ið hann fekk, sína greiðu søgu um. Hann stillaði seg ikki aftast, tá tað ráddi um at taka við ábyrgd, men var við í fremstu røð, um brúk var fyri tí. Og sjálvur spardi hann seg ikki, tá tøk skuldu takast, so tí mundi ein vanligur átta tíma arbeiðsdagur vera honum ókendur. Tað ráddi um at arbeiða, tá nakað var at gera – og tað var tað aloftast.

Jónsvein fann sær góða konu í Fuglafirði, Ady, og saman vóru tey eitt vælvirkandi toymi, sum í felag fekk skapt bestu karmar um familjuna, ið kom at telja børnini Janus, Sigrun og Magnus, og seinni eisini fleiri aftrat. Sum prestur segði tað so gott í kirkjuni, var prátið við døgurðaborðið at líkna við ein fund, har øll mál vórðu vend og kanska eisini nógvar av avgerðunum tiknar.

Hjartaligur var Jónsvein sum fáur, og hevði tú fyrst møtt honum og vart komin at kenna hann, kundi tú vera vísur í, at tú hevði fingið ein vin so trúgvan, at eingin fekst betri. Eingin var gloymdur, men við áhuga spurdi hann eftir tínum nærmastu, tá tit hittust, og við sínum lætta og opna sinni var hann av sonnum eitt av hesum deiligu menniskjunum, ið aldri á ævini vildi gjørt mun á høgum og lágum.

Alt tað, sum hendi og fyrifórst her á plássinum, hevði hansara stóra áhuga, og umframt at sita tríggjar setur í Runavíkar býráð, var Jónsvein ikki so sjáldan tann, ið purraði uppundir og stuðlaði, so bæði mentanarligt og annað virksemi á staðnum kundi sleppa at spíra og bera ávøkstur. Jónsvein hevði sínar ættrøtur í heimbygdini, og vísti hann í verki alt lív sítt, hvussu góður hann var við plássið og fólkini, her búleikaðust.

Eisini spældi Jónsvein í yngri árum fótbólt við NSÍ, og vit í felagnum kunnu bara takka honum fyri ta stóru hjálp og tann stóra stuðul, hann altíð var til reiðar at veita NSÍ, bæði so og so. Ein betri bakk kundi einki fótbóltsfelag ynskt sær, og vit eru djúpt takksom fyri alt tað, tit í húskinum og Jónsvein hava lagt eftir tykkum í NSÍ, sum livir og andar av tí sjálvbodna arbeiði, ið so mong leggja í felagið.

Nú heystardagur er og tað myrknar á luftini, savna vit tankarnar um tykkum, ið eftir sita, og biðja eftir, at Harrin má styrkja og ugga tykkum, tí svárt er altíð at missa – og serliga, tá tú minst væntaði tað. Ady, Janusi, Sigrun, Magnusi og øllum tykkara vilja vit sýna størstu samkenslu, og í takksemi vilja vit minnast Jónsvein, sum var góður við øll og sum tú ikki kundi annað enn vera góður við. Vit drýpa høvur, meðan vit við sorg og sakni mugu ásanna, at ein góður maður er farin.

NSÍ

Líknandi tíðindi