Dreingir U16 eru føroyameistarar

Dreingir U16a hjá NSÍ vunnu avgerandi dystin móti FC Suðuroy við Løkin í dag 4-2.

Undan dystinum var greitt, at NSÍ kundi klára seg við einum javnleiki, meðan FC Suðuroy hinvegin kundi gerast meistari við at vinna dystin.

Og FC Suðuroy fór eftir meistaraheitinum. Eftir fáa minuttir var støðan 0-2 til útliðið. Hálvleiksstøðan var 1-2, eftir at Betuel Hansen hevði skorað fyri NSÍ.

Í seinna hálvleiki megnaði NSÍ fyrst at javna, og síðan at leggja seg á odda bæði 3-2 og 4-2. Málini skutu Jákup Mortensen, Betuel Hansen og Meinhard Olsen.

Gleðin var stór, tá gullmerkini og steypið varð handan eftir dystin. Somu liðini spældu finaluna í steypakappingini fyrr í ár, og ta ferðina dróg NSÍ eisini longra stráið.

Fyri viku síðani gjørdust U14 dreingirnir hjá NSÍ eisini føroyameistarar, so hetta ber boð um góðar tíðir fyri framman.

Tillukku dreingir!

Líknandi tíðindi