Føroyska U-17 landsliðið til EM í Eysturríki

Ì gjár fór Føroyska U-17 landsliðið til Eysturríkis, har liðið skal luttaka í EM kapping.

Føroyar eru í bólki 6 og har hini liðini eru vertstjóðin Eysturíki, Sveits og Kýpros.

Sveits er greiður favorittur at vinna bólkin, meðan Eysturríki verður mett sum næst sterkasta liðið í bólkinum. Føroyar og Kypros verða mett at vera nøkunlunda líka sterk.

Skráin fyri dystirnar í bólki 6, er hendan:

10 October 2012
Switzerland Switzerland Faroe Islands Faroe Islands
Referee: Davit Kharitonashvili (GEO)   – Stadium: Hall, Hall in Tirol (AUT)
Austria Austria Cyprus Cyprus
Referee: Laurent Kopriwa (LUX)   – Stadium: Sportzentrum Schwaz, Schwaz (AUT)
12 October 2012
Cyprus Cyprus Switzerland Switzerland
Referee: Nerijus Dunauskas (LTU)   – Stadium: Sportzentrum Schwaz, Schwaz (AUT)
Austria Austria Faroe Islands Faroe Islands
Referee: Davit Kharitonashvili (GEO)   – Stadium: Hall, Hall in Tirol (AUT)
15 October 2012
Switzerland Switzerland Austria Austria
Referee: Nerijus Dunauskas (LTU)   – Stadium: Sportzentrum Schwaz, Schwaz (AUT)
Faroe Islands Faroe Islands Cyprus Cyprus
Referee: Laurent Kopriwa (LUX)   – Stadium: Hall, Hall in Tirol (AUT)

Til ber at fylgja við dystunum, við at fara inn á heimasíðuna www.uefa.com trýsta á leinkjuna ovast til høgru “all competetions” og velja “under 17” og so velja “group 6” og “match details”.

Kappingin verður sum sagt leikt í Eysturríki og eru teir ein tíma frammanfyri okkum. Tí verður fyrsti dysturin hjá Føroyum spældur í morgin, mikudagin 10 oktober kl 14.00 føroyska tíð.

Fýra nýkosnir greipuvinnarir úr NSÌ dreingjum U-16, eru á føroyska landsliðnum. Talan er um miðverjan Leivur Højgaard (nr 5 á mynd), miðvallaran Betuel Hansen (nr 8 á mynd) og áleyparan Meinhard Olsen (nr 11 á mynd). Teir tríggjir eru lyklaleikarar á liðnum og spældu allar dystirnar tá NM fyri U-17 var í Føroyum í summar.

Heimasíðan ynskir Leivur, Betuel og Meinhard og restina av liðnum góða eydnu í Eysturríki.

Líknandi tíðindi