Marknaðardagur í Ítróttarhøllini.
Marknaðardagurin verður 24 november 2012 í Ítróttarhøllini í Runavík, frá kl. 14.00 – 20.00.
Um tit hava hug at verað við, kunnu tit bíleggja borð á tlf. 504761 (Jóna) ella 253866 (Tanja).
Aron Knudsen hevur í dag skrivað ein eitt ára sáttmála við NSÍ. Hann kemur sostatt aftur at umboða barndómsfelagið. Vit í NSÍ bjóða Aroni vælkomnum heim, og fegnast um, at hann aftur kemur at spæla fyri Vespunum við Løkin. Saman standa vit sterk!
Martin Klein Joensen hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Martin hevur leikt 20 dystir fyri NSÍ í ár og skora 12 mál. Hann spældi við NSÍ inntil summarsteðgin. Nú hevur hann so valt at koma aftur til NSÍ. Vit bjóða Martin vælkomnum, og góða eydnu í gulu blusuni.
Undan dystinum vóru dreingirnir uppsettir uppá ikki at enda aftast í kappingini. Dysturin í dag var millum Føroyar og Svøríki, ið bæði endaðu aftast í teirra bólkum. Vit vistu at sjálvt um Svøríki ikki hevði klára seg væl, so vóru teir sterkir og áleypandi, men um vit fingu skora uppá okkara kjansir, so var møguleikin…
Seinastu vikuna hevur Mikkel royndarvant við NSÍ, og nú er sáttmálin undirskrivaður. Mikkel er 21 ára gamal, og er uppvaksin í FC Midtjylland, har hann hevur leikt síni ungdómsár. Seinasta ár leikti Mikkel við Kolding í næstbestu donsku deildini, og nú kemur ungi evnaríki leikarin at umboða NSÍ. Mikkel hevur eisini leikt 5 dystir við…
Myndamaðurin hjá heimasíðuni Adrian Dalsá var framvið í gjár og tók liðmyndir av yngru liðunum sum spældu við Løkin í gjár. Dreingir á heilum vølli: Aftast frá v. Tráðin Petursson, Jafet Rasmussen, Oddur Højgaard, Hendrik á Fríðriksmørk, Hilmar Højgaard, Símun Petur Poulsen, Jákup Andrias Gaardbo, Pætur Høj og Tummas Eivin Hansen venjari. Fremst frá v….
Vit minnast øll, leygarkvøld 07 oktober, tá ið Dania S. A. Olsen setti avgerandi straffisparkið trygt í máli í steypafinaluni, til úrslitið 2 – 1, og har við ein sigur í steypafinaluni 2023. Dania leikti 25 dystir í kappingarárinum 2023, og skoraði 10 mál. Í steypafinaluni fekk Dania tó ein annan leiklut, ið var sum…