Eik Cup 2012: Væleydnað innandurakapping í Runavík

Innandurakappingin Eik Cup 2012 eydnaðist sera væl. Heili 58 lið luttóku í kappingini. Liðini komu úr Eysturoy, Streymoy, Norðuroyggjum og Vágum.

Vinnarnir í teimum ymisku aldursbólkunum vóru hesi liðini

Dreingir U-8:

Gull: HBb

Silvur: HBa

Bronsa: ÍF

Dreingir U-10:

Gull: NSÍ

Silvur: HB2

Bronsa: Manchester United (Havn)

Dreingir U-12:

Gull: Team Hoyvík

Silvur: Salta (Runavík)

Bronsa: FC Eystur

Dreingir U-14:

Gull: Mov, Joe, Joe, Joe (Runavík)

Silvur: Hull City (Runavík)

Bronsa: Legend Clattenburg (Gøta/Lorvík)

Dreingir U-16:

Gull: Dólgarnir (Runavík)

Silvur: Liverpool (Toftir)

Bronsa: Trumlarnir (Runavík)

Ungdómsnevndin hjá NSÌ takkar leikarum, foreldrum og onnur avvarðandi, hjartaliga fyri luttøkuna og tann fyrimyndarliga hugburð sýndur varð, báðar dagarnir kappingin varð hildin.

Ein stór tøkk til Eik, sum stuðlaði kappingini so væl.

Næsta innandurakapping verður í Ìtróttarhøllini í Runavík í Februar 2013.

Líknandi tíðindi