Karl Løkin og Jens Joensen skrivað undir sáttmála við NSÍ

imageimage

Karl Løkin verður komandi ár at síggja á miðvøllinum hjá NSÍ. Eisini hevur miðverjin, Jens Joensen, longt sáttmálan við felagið.

Karl Løkin var í fjør ein týðandi part á miðvøllinum hjá ÍF, men komandi kappingarár verður tað á NSÍ miðvøllinum, at U21 landsliðsspælarin fer at stríðast.

Eisini stinni miðverjin, Jens Joensen, verður at síggja við Løkin komandi kappingarár. Hann hevur eins og Karl skrivað ein eitt ára sáttmála við NSÍ, sigur forkvinnan í felagnum, Kinna F. Olsen.

Sostatt hevur NSÍ fingið tilgongd av Einari T. Hansen, Jónhardi Frederiksberg, Andy Olsen og nú Karl Løkin, meðan menn sum Pól Jóhannus Justinussen, Kristian Joensen, Klæmint A. Olsen og Jens Joensen halda fram.

Nýggjur venjari í felagnum er Ábraham Løkin, sum er pápi Karl Løkin.

Mynd:(NSÍ) Karl Løkin(t.v) og Jens Joensen

Kelda: www.sportal.fo

Líknandi tíðindi