Ársaðalfundur NSÌ fyri 2012

Logo NSÌRegluligi ársaðalfundurin hjá NSÍ fyri 2012 varð hildin í kantinuni í skúlanum við Løkin í kvøld.

Fitt av fólki var møtt upp og talan var um ein góðan og siðuligan fund væl leiddan av Lassa Klein sum fundarstjóra.

Forkvinnan í NSÍ Kinna Olsen hevði eina áhugaverda frágreiðing um virksemi felagsins í farna ári.

Grannskoðaður roknskapur fyri 2012 varð framlagdur og vísti hesin avlop. Serliga gjaldførisstøðan í felagnum er batnað sera nógv og tað frøddist fundurin um.

Egil Olsen hevði eina framløgu um virksemi hjá ungdómsnevndini í farna ári. Framløgan vísti at NSÍ hevur stórt og gott ungdómsarbeiði, sum um tað verður hildið fram við komandi árini vil tryggjað felagnum eina spennandi framtíð ítróttarliga.

Síðan var val av starvsnevnd og ungdómsnevnd.

Fyri vali í starvsnevndini stóðu Kinna Olsen, Jóna Kristiansen og Ragnhild Knudsen. Hesi vóru øll afturvald uttan mótvalevni.
Starvsnevndin er nú mannað soleiðis:

Kinna F. Olsen, formaður
Stig Davidsen, næstformaður
Jóna Kristiansen, kassameisatari
Ragnhild Knudsen, skrivari
Jóhan Johannesen, nevndarlimur

tiltakslimir
Tanja Huneck
Jan B. Anthoniussen

Í ungdómsnevndini stóðu Egil Olsen, Steinolvur Gudmundsson og Dánjal Pauli Jensen fyri vali. Egil og Dánjal Pauli ynsktu ikki afturval. Sum nýggjir nevndarlimir vóru valdir Egil Weihe og Andras Hansen. Steinolvur heldur fram í nevndini.

Ungdómsnevndin er nú mannað soleiðis:

Jonhard Hansen, formaður
Steinolvur Gudmundsson, næstformaður
Hertha Olsen, kassameistari
Egil Weihe, skrivari
Andras Hansen, nevndarlimur

tiltakslimir
Oddfríður Gaardbo
Anja Mortensen

Líknandi tíðindi