Dreingir U-14 vunnu grannauppgerðina. B68-NSÍa: 1-4

Dystarfrásøgn. Dan Lamhauge.

Í dag skuldi okkara dreingir halda stiman og vinna 3. dystin á rað. Hesaferð vóru grannarnir av Toftum á vitjan. Og vit kunnu avdúka alt fyri eitt, at okkara vunnu tryggan 4-1 í oysandi regninum.

Eftir heldur trilvandi byrjan, komu okkara so smátt í gongd. Serliga sjónligur hesa løtuna var Rani Lamhauge, sum vísti sera góðan hugburð. Ferð eftir ferð fór hann fram í vinstru síðu og legði inn fyri. Eisini Heðin og Pætur spældu væl í dag.

Fyrsta málið kom eftir 20 minuttir. Eitt málspark frá B68 endar beint fyri føturnar á Pæturi Hentze, sum alt fyri eitt smekkar bóltin fram til Dávid á Roykheyggi. Einsamallur móti málmanninum var hann tryggur og trillaði bóltin framvið málmanninum og í málið. Eftir hetta var ongin ivi um, at NSÍ fór at vinna dystin. Okkara dreingir sótu tungt á øllum restina av dystinum.

í 25. minutti økti Heðin til 2-0, eftir at Rani hevði sent eitt fríspark móti málinum hjá toftamonnum. Og bert 2 minuttir seinni økti Pætur Hentze um leiðsluna. Hann var staddur langt frá málinum, tá hann sendi eitt skot móti málinum.

Hálvleikstøðan var 3-0 til NSÍ. Allan seinna hálvleik á tamb áttu okkara dreingir. Men neyvleikin manglaði. Ferð eftir ferð søktu okkara at málinum hjá B68, men mál kom onki.

Og so hendi tað, sum ofta hendir, tá annað liðið trýstir. Burtur úr ongum fór besti B68-leikarin í dag, Petur í Túni, í álop. Hann snýtti alla verjuna, sum annars var væl stýrd av Mórits Heina Mortensen, og til endans eisini málmannin. 3-1, og tóktist fjáltur at koma á okkara dreingir og kanska eisini á teir á útskiftisbonkinum. Teir fótaðu sær tó skjótt aftur, og at enda prikaði Áron Knudsen bóltin í málið til endaligu støðuna 4-1.

Samanum tikið kann sigast, at okkara vóru munandi betri enn grannarnir. 4-1 var ikki eitt mál ov nógv, tvørturímóti.

Nú 3 umfør eru leikt, hevur NSÍ fult stigatal, 9 stig. Næsti dystur verður í Gundadali 27. apríl, tá B36 tekur ímóti. Eisini eiga vit ein útsettan dyst móti KÍ.

Teir, sum mannaðu NSÍ vóru:
Petur Sjúrður Lamhauge, Rani Lamhauge, Mórits Heini Mortensen, Kári Hansen, Aron Knudsen, Pætur Hentze, Heðin Nielsen, Sonni Mikkelsen, Dávid á Roykheyggi, Meinhard Johansen, Jóhannus Nielsen.

 

Myndir: Johnny Lamhauge

[nggallery id=230]

Líknandi tíðindi