|

28-04-13 NSÍ- HB 0-4

Hann ið væntaði ein javnan, vælleiktan og spennandi dyst í dag fór skeivur. Ístaðin fingu vit ein rótutan dyst við lítlum fótbóltsspæli. Hóast spælbýtið ikki heilt umboðar úrslitið, var HB betra liðið, men tað sum fólk serliga fara at minnast, vóru tveir óhepnir tilburðir, har menn máttu berast av vøllinum vegna skaða. Hetta ørkymlaði, fekk øði í og viðførdi eisini eitt hav av keðiligum fríspørkum frá báðum pørtum – dømdum og ikki dømdum, so ein kann av sonnum siga, at fótbólturin hevði ikki ein góðan dag við Løkin í dag.

 

Fyrsta løtan var annars rímuliga jøvn, har liðini høvdu síni álop. Í 10. min. er tað Árni sum leggur eitt gott innlegg innfyri. HB-arnir skalla beint til Jann Martin í leysari støðu, men skotið bleiv blokkerað – bólturin støkk til Magnus, sum skeyt omanfyri. Løtu seinni hevur Magnus eina góða frísparksroynd, sum málmaðurin bjargar til horna, sum verður skallað útfráaftur. Tá 11. min. vóru farnir endar gott NSÍ álop í høgru hjá Jann Martin, men verjan fær beint út til horna, sum Árni tekur stutt til Karl – fær hann retur og skjýtur omanfyri. Í 13. min. er tað Klæmint sum vinnur bóltin frá verjuni og fær tiltuskað sær eitt hornaspark, sum onki spyrst burturúr.

 

Løtuna aftaná leggja HB-arnir seg á odda. Vit missa bóltin á miðjuni vinstru megin – HB-arnir senda langt inn í brotsteigin og har verður tað Símun Samuelsen – hóast einsamallur ímóti tveimum verjuleikarum – sum blívur púra leysur og sendir við vinstra diagonalt í netið og so var 0 – 1.

 

Í 25. min. spælir Klæmint stutt til Árna, sum rundar ein verjuleikara og um brotsteigarmarkið skjýtur hann við høgra, men málmaðurin tveitir seg og bjargar út til horna, sum bleiv ruddað burtur. Í 31. min. hava HB-arnir skot, sum Kristian loftar. Í 36. min. verður ógvusligt fríspark gjørt ímóti Klæminti. Tað var annars eitt útspark frá Kristiani, sum bleiv longt frameftir. Klæmint sá út til at vinna bóltin, men bleiv raktur av takling í bringuna ella síðuna. Snuddurin var so mikið meinur, at hann mátti berast av vøllinum. Andy kom so inn vinstrumegin og Árni bleiv fluttur fram.

 

Í 41. min. er tað Jens sum sendir Einar ígjøgnum vinstru, men skotroyndin fór langt omanfyri. Í 44. min. er gott gjøgnumspæl í høgru, har Magnus langar innfyri, men bólturin fer framvið allan vegin yvir í hitt borðið. Í 45. min. blívur HB-ari púra leysur í høgru, men skjýtur omanfyri. Í 48. min. er sami maður aftur ígjøgnum. Bólturin støkkur ov langt frá honum. Kristian er úti, leggur seg og fær bóltin í fangi – men HB-arin fylgir upp og rakar sum skilst knæið á Kristiani og sum hjá  Klæminti, so mátti Kristian eisini hjálpast av vøllinum. Í hansara stað kom Pætur Høj.

 

Tað er klárt – at tá tú missur tveir so tíðandi profilar, sum tú roknar við koma at hava avgerandi ávirkan á útfallið, so verður tungt at koma afturíaftur og tá HB so skoraði við síðstu berøring í fyrra hálvleiki – 57. min. aftaná leikbyrjan – til 2 – 0, bleiv av álvara mótbrekka. Málið kom annars aftaná horna í høgru og har var Gunnar Haraldsen hægstur og skallaði hart uppundir yvirliggjaran og inn.

 

Í 2. min. av seinna hálvleiki fær Jann Martin ein risamøguleika, men skotið fer framvið málinum. Í 5. min. hevur Magnus ein skallara á yvirkantin á yvirliggjaranum og afturum. Í 51. min. skallar Pól Johannus frísparksinnlegg frá Karl, men fær ov lítla kraft á. Í 55. min. er tað Andrew hjá HB sum skjýtur og Pætur loftar. Løtuna aftaná spælir Karl Andy, sum leggur innfyri og har er Andras líka við.

 

Í seinna hálvleiki var tað HB, sum var betra liðið. Triðja málið – sum samstundis var tað best spælda – fingu teir í 65. min. eftir gjøgnumspæl í vinstru síðu, har bólturin til seinast verður sendur inn til Símun Samuelsen, sum hevði lætt við at skora. So var 3 – 0 og spurningur heldur, hvussu stórur sigurin fór at verða.

Løtuna aftana dregur Árni ígjøgum, skjýtur men málmaðurin bjargar til horna. Í 67. min. sleppur Magnus leysur, beint uttanfyri brotsteigin mitt fyri, men skotroyndin fer beint framvið.

 

Í 74. min. leggur HB seg á odda 4 – 0. Tað var Christian Mouritsen, sum bleiv púra leysur og aftaná ein kontrafót, fekk hann bóltin við sær og legði hann flatt í netið.

 

Í síðstu løtu hevði Árni eitt skot omanfyri, eftir gott samanspæl við Andras, men sum heild var hetta ikki okkara dagur og tað var stórur munur ímillum tann meiri miðvísa innsatsin, sum bleiv lagdur fyri dagin ímóti sundalagsmonnum, samanborið við innsatsin hesaferð. Sjálvandi ávirkaðist øll tilgongdin av skaðatilburðunum og tað er at at vóna, at skaddu menninir verða komnir fyri seg aftur til komandi dyst ímóti Skála, sum verður 5. mei í kappingini um Løgmanssteypið.

 

Tað er ikki annað at gera enn at reisast aftur.

 

Saman standa vit sterk !

 

NSÍ – HB  0 – 4 ( 0 – 2 )

 

0 – 1 Símun Samuelsen

0 – 2 Gunnar Haraldsen

0 – 3 Símun Samuelsen

0 – 4 Christian Mouritsen

 

Liðið hesaferð:

Kristian (Pætur 45+3’), Jonnhard, Pól Johannus, Jens, Einar, Andras, Jann Martin, Karl, Magnus (Sjúrður 78’), Árni og Klæmint (Andy 83’)

 

 

 

Líknandi tíðindi