Karl Løkin til Ìslands

Karl Løkin hevur skift til Víking Ólavsvík í bestu deildini í Íslandi.

Tann 22 ára gamli evnaríki miðvallarin fekk brádliga boð úr Íslandi í vikuni. Víking Ólavsvík, sum flutti upp í bestu deildina í fjør, hevur havt eyguni við Karl síðani hann var á venjingarlegu í Íslandi við ÍF.

Landskappingin í Íslandi byrjar um vikuskiftið og tað ljóðar, at Karl Løkin skal verða í hópinum. Tað var ein av orsøkunum, at tað skuldi ganga skjótt.

– Eg havi eitt mál um at gerast betri sum fótbóltsspælari. Eg eri 22 ár og tað er avmarkað hvussu nógvar møguleikar tú fær at sleppa at royna teg uttanfyri Føroyar, segði Karl Løkin í gjár við portalin.

Sáttmálin er galdandi fyri restina av kappingarárinum.

Heimasíðan ynskir Karl tillukku við sáttmálanum og góða eydnu í Víkingi í Ìslandi.Karl Løkin 2

Hagtøl: faroesoccer.com

 

Navn: Karl Abrahamsson Løkin

Føddur. 19.04.1991

Dystir.

Bestu deildini: 90 dystir (lands og steypakapping)

UEFA-European League: 2 dystir

Landsdystir:

A-landslið: 1 dyst

U-21 landslið: 8 dystir

U-19 landslið: 6 dystir

U-17 landslið: 7 dystir

Líknandi tíðindi