|

Javnleikur í Klaksvík: KÌ-NSÌ 1-1 (1-1)

Àðrenn dystarbyrjan var støðan tann í landskappingini, at KÌ lá einum øðrum plássi við 17 stigum meðan okkara dreingir lógu á fjórða plássi við 15 stigum. Tað var tí greitt frammanundan at vinnarin í dag, vildi liggja seg á næst fremsta pláss, eftir at dysturin var liðugt spældur. Dysturin endaði við javnleiki 1-1 og soleiðis sum hini úrslitini lagaðu seg er KÌ framvegis nr 2 og NSÌ nr 4.

Fótbóltslíkindini í Klaksvík í dag vóru góð. Eitt lítið kalt lot var tvørturum vøllin, men tað ávirkaði einki dystin. Heilt fitt av NSÌ fjepparum vóru komin til Klaksvíkar at heppa okkara lið. Við trummum og rópum hoyrdust teir líka væl sum KÌ viðhaldsfólkið, sum altíð stuðlar sínum liði væl.

NSÌ byrjunaruppstillingin, var eitt sindur øðrvísi enn í seinasta dysti móti Víkingi. Miðverjin Jens Joensen var úti við skaða og í hansara stað leikti Jonhard Frederiksberg.  Fyri Jonhard sum vanliga spælir á høgra bakki var Monrad komin sum nýggjur maður. Liðuppstillingin var tí hendan: Ì málinum Kristian. Miðverjuna mannaðu Pól Johannus og Jonhard og á bakkunum vóru Einar og Monrad. Miðjan var mannað við Andrasi sum verjukendum miðvallara, Sjúrða sum balansu spælara og Jann Martin sum framrættaðum miðvallara. À kantunum vóru Andy og Àrni og fremstur var Klæmint.

Tað var NSÌ sum fekk ta bestu byrjanina og longu í 5 min fekk NSÌ góðan málmøguleika. KÌ verjuleikari leggur bóltin mitt fyri føturnar á Klæmint sum skjótur, men tíverri hart beint framvið KÌ málinum.

NSÌ trýsti høgt uppi á vøllinum og tað sá út sum hetta ørkymlaði KÌ almikið. Trýstið høgt uppi gjørdi at KÌ ofta misti bóltin og tá vit høvdu vunnið bóltin, spældu vit tolið uppspæl og fleiri málmøguleikar spurdist burturúr. Ì 18 min var nær við at NSÌ legði seg á odda. Eftir gott uppspæl endaði bólturin fyri føtrunum á Einari sum var komin framvið í vinstru síðu. Hann langaði hart til beinanvegin og bólturin fór stutt uppum málið handara horn høgrumegin KÌ málið.

Andras hevði sera gott tak á Hjalgrím Eltør á sentrala KÌ miðvøllinum og tí hevði KÌ trupult at fáa uppspælið at virka. Samstundis var okkara veteranur Sjúður framúrskarandi mitt á miðjuni. Hann vann fleiri bóltar og spældi bóltin skilagott frá sær hvørjaferð hann hevði vunnið bóltin. Av og á fintaði Sjúrður seg leysan og fekk avsluttað móti KÌ málinum. Eitt imponerandi avrik av einum leikara sum í fótbóltshøpi er komin so væl til aldurs. Pól Johannus var eisini sera tryggur í verjuni og toppskorarin í føroysku landskappingini Páll Kletskarð, hevði tað sera trupult móti okkara krútsterka  miðverja.

Tað var tí í heilt í tráð við leikgongdina at NSÌ í 35 min legði seg á odda 1-0. Andras vinnur bóltin mitt á miðjuni, verður feldur (dómarin letur NSÌ hava fyrimunin – sera gott dømt av Eiler), men fær hart kroystur, sent eina sending móti Klæmint sum letur bóltin fara millum beinini á sær, til Einar, sum var komin í góða støðu í okkara vinstru síðu. Einar leggur bóltin til Àrna sum  langar til og bólturin brestur í høgru stong og kemur retur til Àrna sum tá púra kaldur leggur bóltin í KÌ málið og til støðuna 1-0.  Eitt sera gott og vælspælt mál.

Tað var tí eitt sindur ímóti leikgongdini at KÌ javnar til 1-1 beint fyri hálvleik. Høgri kantur sleppur framvið Einar á vinstra bakki og leggur bóltin hart eftir jørð fyri kvika Àlv Christiansen sum hevði lætt at stýra bóltinum í málið.

Hálvleiksstøðan var 1-1.

Samanumtikið kann sigast at NSÌ hevði greiða leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki og spældi ágangandi góðan fótbólt.

KÌ legði eitt stórt trýst á okkara menn frá byrjan av seinna hálvleiki og sigast má at teir vóru betra liðið í seinna hálvleiki. Teir vóru ágangandi og trýstu ógvuliga høgt uppi á vøllinum og hetta ørkymlaði okkara lið so mikið at vit høvdu tað trupult at fáa uppspælið at rigga. Menn virkaðu nervøsir og ótryggir og tað bleiv meiri sparkað burtur enn spælt. Tó hevði stóra KÌ yvirvágin teir fyrstu 20 min ikki so nógvar vandamiklar málmøguleikar við sær.

Ì 60 min fer Sjúður út og Magnus kemur inn.

Ì 65 min er KÌ nær við at leggja seg á odda. Eftir gott uppspæl millum Páll Klettskarð, Hjalgrím Elttør og Atla Danielsen var um reppið at Kristoffur skoraði.

So við og við linkaði KÌ trýstið og NSÌ dúvaði nú mest uppá kontra fótbólt. Ì 75 min fer NSÌ í skjótt mótálop eftir at KÌ hevur havt hornaspark. Jann Martin leggur hegnisliga bóltin fyri føturnar á Magnus, men tíverri fór skotið uppum KÌ málið.

Ì 77 min ger NSÌ sína aðru útskifting. Andy fer út og í hansara stað kemur Debes.

KÌ trýstir næstu løtuna men verjan við Pól Jóhannus verjur væl fyri. NSÌ fær kontra møguleikar men uttan at mál spyrst burturúr.

Ì 90 min fer Klæmint út og 16 ára gamli Meinhard Olsen kemur inn í hansara stað í áleypið og royndist væl ta stuttu løtuna hann var inni. Meinhard fekk eisini stóran møguleika beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. NSÌ fer í skjótt mótálop í vinstru síðu og Àrni leggur eina góða sending inn í máløkið men tíverri snávaði Meinhard í avgerandi løtuni.

Dysturin endaði við javnleiki 1-1 og tað má vera eitt rímuliga  rættvíst úrslit sæð yvir allan dystin.

Næsti dystur hjá okkara monnum er longu komandi mikudag 29 mai kl 19.00 í Sarpugerði í Norðagøtu. Hetta er fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið.

Góða eydnu mikukvøldið.

SAMAN STANDA VIT STERK.

Hagtøl:

KÌ-NSÌ 1-1 (1-1)

35 min: 0-1. Árni Frederiksberg NSÌ

45 min: 1-1. Àlvur Christiansen KÍ

Dómari: Eiler Rasmussen

NSÌ liðið í dag: Kristian Joensen, Einar Hansen, Monrad H. Jacobsen, Pól Jóhannes Justinussen, Jonhard Frederiksberg, Andras Frederiksberg, Sjúrður Jacobsen (60 min. Magnus Olsen), Andy Olsen (75 min Debes Danielsen), Àrni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen og Klæmint Olsen (90 min Meinhard Olsen). Á beinkinum uttan at koma inn Betuel Hansen og Pætur Høj. Venjari Àbraham Løkin. Hjálparvenjari Sonni L. Petersen. Vøddamýkjari Marjun Thomassen. Liðleiðari Andras Olsen.

Myndafrasøgn: Johnny Lamhauge

Dystarfrásøgn: Egil Olsen

 

[nggallery id=231]

Líknandi tíðindi