Árni dagsins maður móti KÍ

Tit hava valt málskoraran í dystinum móti KÍ, Árna Frederiksberg, til dagsins mann í dystinum móti KÍ sunnudagin. Árni var sum altíð eyðsýndur í kreativa spælinum frammi á vøllinum og vísti vinnaraanda, tá hann skoraði málið, við fyrst at skjóta og síðani sjálvur fylgja returinum upp. Árni fekk 20 % (16 av teimum íalt 82 givnu atkvøðunum).

Á øðrum plássi fekk verjuskansin Pól Jóhannus 16 % (13 atkv.) og Kristian 12 % (10 atkv.)

Í kvøld vitja vit Víking í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Vónandi fara vit fjølment til Gøtu – dysturin byrjar kl. 19.

[poll id=”56″]

Líknandi tíðindi