Dreingir U-16 eisini í steypafinaluni

Við einum  3-1 sigri á 07 Vestur í kvøld,  tryggjaðu NSÍ dreingir U-16 sær pláss í steypafinaluni á Tórsvølli 24 august.

NSÍ dreingirnir, stýrdu allan dystin frá byrjan til enda. Tí varð tað fullkomuliga ímóti leikligu yvirvágini, at 07 Vestur, legði seg á odda tá umleið 20 min vóru leiktir av fyrra hálvleiki.

Okkara dreingir svaraði skjótt aftur í 28 min. Meinhard varð spældur fríur í høgru síðu. Málverjin hjá 07 Vestur kom út, men Meinhard lobbaði bóltin hegnisliga uppum málverjan til støðuna 1-1.

Støðan i hálvleikinum var javnleikur 1-1.

Gongdin í seinna hálvleiki var tann sama sum í fyrra hálvleiki. NSÍ stýrdi fullkomuliga og skoraði tvær ferðir.

Tá umleið 50 min vóru spældir legði NSÍ seg á odda 2-1. NSÍ fekk horna i høgru síðu. Jákup Mortensen legði bóltin hegnisliga innfyri 07 Vestur málið. Bólturin varð høvdaður útaftur til Jákup, sum sendi bóltin retur inn í málteigin. Bólturin smeyg sær millum vinir og fíggindar í málið til støðuna 2-1.

Í 65 min leggur NSÍ seg á odda 3-1. Meinhard vinnur bóltin í høgru síðu. Setir ferð á og fer framvið fleiri 07 leikarum. Sær at Betuel kemur rennandi mitt fyri og leggur bóltin fyri føturnar á honum og hann knallar bóltin í 07 Vestur málið.

Tað sum eftir var av dystinum hendi ikki tað stóra og dystirin endaði við 3-1 sigri til okkara dreingir.

Í finaluni møta okkara dreingir HB, sum á heimavølli í kvøld vann 6-4 á EBS.

NSÍ liðið var mannað við hesum leikarunum: Karstin Hansen, Helgi Johannesen, Johan Gaardbo, Michal Przybylski, Jákup Mortensen, Betuel Hansen, Petur Knudsen, Andrias Poulsen, Jann Benjaminsen, Jannik Olsen, Meinhard Olsen, Bárður Mikkelsen, Mikkjal Bjartalíð, Hans Marius Davidsen, Rógvi Langgaard og Hjalmar Tausen.

Venjarar hjá dreingjum U-16 eru Tummas Eivin Hansen og Steinolvur Gudmundsson.

Um vikuskiftíð tryggjaðu dreingir U-14 sær pláss í steypafinaluni. Felagsliðið NSÍ/B68 í gentum 14, hava eisini tryggjað sær pláss í steypafinaluni við at vinna 1-0 á útivølli móti Skála.

Fantastiska flott at hava trý lið í steypafinalunum á Tórsvølli 24 august. Hjartaliga tillukku og góða eydnu í finalunum.

 

Líknandi tíðindi