NSÍ dreingir U-18 á odda nú landskappingin fer í summarfrí

Seinasta umfar áðrenn summarsteðgin, varð leikt í kvøld. Okkara dreingir spældu móti felagsliðnum EBS/Skála á Skála.

Dysturin endaði við einum greiðum 5-1 sigri til okkara dreingir U-18. Málskjúttarnir í kvøld vóru Meinhard Olsen 3, Ari Langgaard 1 og Albert Johannesen 1.

Nú kappingin fer í summarfrí og 10 umfør eru leikt er støðan hendan:

Nr 1. NSÍ – 28 stig

Nr 2. KÍ – 22 stig

Nr 3. B36 – 16 stig

Nr 4. HB – 11 stig

Nr 5. Víkingur – 10 stig

Nr 6. EBS/Skála – 0 stig

Fimm dystir eru eftir at spæla í seinni hálvu, so sigast má at okkara dreingir liggja væl fyri.

Liðmynd: NSÍ dreingir U-18

Afv. Karstin Hansen, Ingvar Hansen, Albert Johannesen, Sámal Hansen venjari, Jákup A. Gaardbo (liðskipari), Egil Olsen venjari, Jógvan Sigvardsen, Fróði Klein, Leivur Højgaard og Kristian Simonsen.

Ffv. Andrias Poulsen, Ari Langgaard, Jákup Mortensen, Betuel Hansen, Michal Przybylski, Jann Benjaminsen, Meinhard Olsen og Hans Jón Jacobsen. Petur Knudsen og Tróndur Ellingsgaard mangla á myndini.

Líknandi tíðindi