Okkara menn løgdu rygg til eitt 3 – 1 tap ímóti argjamonnum í kvøld

Dysturin var ikki vælleiktur – serliga í fyrra hálvleiki – tá okkara spældu undan vindinum. Fríska lotið darvaði spælinum nakað, men tað vóru okkara sum leikliga vóru við yvirlutan meginpartin av fyrra hálvleiki – tó uttan kortini at koma til so nógvar málmøguleikar. Í seinna hálvleiki løgdu argjamenn bragdliga fyri og vóru vandamiklir og komu uppá 2 – 0 áðrenn okkara minkaðu um munin. Tá 86. min. vóru farnir av seinna hálvleiki – og støðan framvegis var 2 – 1 – hevði Andrass eitt kanónskot á tvørtræið. Fór tann bólturin inn, er ilt at siga hvussu alt hevði lagað seg, men dagurin í dag var tíverri bara ikki okkara.

Í fyrra hálvleiki vóru bert tveir veruligir málmøguleikar til okkara og í báðum førum var tað Magnus sum royndi seg. Í 27. min. spældi Magnus Klæmint og fekk bóltin aftur, dróg inní brotsteigin eitt sindur til vinstru fyri málinum púra leysur og langaði til, men bólturin fór við síðuna av. Í 29. min. eru argjamenn ígjøgnum í høgra borði og leggja innfyri, men skotroyndin fer beint uppum. Í 40. min. leggur Einar eina góða sending inn í brotsteigin til Magnus, sum skallar ímóti handaru síðu, men málmaðurin stórbjargar.

Í 43. min. leggja argjamenn seg á odda. Málið kom aftaná NSÍ álop í vinstru síðu, har Einar kom ígjøgnum – ætlaði at leggja út til Árna, men verjan kom ímillum – teir gjørdu skjótt av, fram ígjøgnum høgru síðu, løgdu innfyri og har var Karstin Højgaard fyrstur á – bólturin tók steingina og rullaði spakuliga tvørturum innanfyri linjuna og so var 1 – 0.

Beint áðrenn farið var til hálvleik, kom Einar aftur ígjøgnum í vinstru síðu. Dróg inn ímóti málteiginum, men verjan fekk ruddað burtur og løtuna aftaná bleiv bríkslað fyri hálvleiki, men man sat við kensluni ”hetta man fara at ganga”.

Argjamenn løgdu bragdliga fyri í seinna hálvleiki – vóru sera ágrýtnir og komu eisini til stórar kjansir. Longu eftir fáum sekundum høvdu teir fyrstu skotroyndina, sum Kristian mátti tveita seg og halda.

Í 47. min. blívur støðan 2 – 0 aftaná beinleiðis hornaspark úr vinstru síðu. Bólturin fór inn í handara horn – helst hevur vindurin gjørt sítt, men væl var skotið.

Í 51. min. hava argjamenn fríspark uttanfyri brotsteigin, sum Kristian bjargar. Í 53. min. var fyrsta NSÍ royndin á málið í seinna hálvleiki og tað var Andy sum úr vinstru royndi seg, men málverjin bjargaði til horna, sum onki spurdist burturúr. Løtuna aftaná hevði Magnus skotroynd beint á málmannin. Í 62. min. høvdu argjamenn vandamikið álop, sum Kristian bjargaði í fyrstu atløgu og í aðru atløgu skutu teir í síðunetið.

Í 71. min. bragdar endiliga hjá okkara monnum. Tað var Einar sum legði inn í brotsteigin, har Jann Martin letur hann fara ímillum beinini – bólturin rakar verjuleikara og støkkur út til Pól Johannus, staddur um brotsteigarmarkið, sum ikki legðist á boðini, men langaði bóltin upp undir nettakið við høgra og so var vónin aftur kveikt, fyri at tað kortini kundi spyrjast úrslit burturúr.

Løtuna aftaná málið trýstir NSÍ argjamenn. Í 76. min. er Jann Martin ígjøgnum høgru, leggur inn til Árna sum skjýtur framvið málinum. Í 85. min. kastar Einar innkast til Pól Jóhannus, sum skallar beint á málmannin. Í 86. min. er tað Jann Martin sum leggur væl út til Andrass, sum langaði til. Bólturin brast í tvørtræið og útaftur í spæl. Hevði tann bólturin bara farið inn, var alt øðrvísi. Í 88. min. er tað Einar sum roynir seg við skoti á málmannin.

Í yvirtíðini leggja argjamenn seg á odda við 3 – 1, men til søguna hoyrir at okkara menn satsaðu frameftir og tað er tað sum kann henda. Málið kom aftaná langa sending innum okkara verju. Kristian er á veg út og skal rudda, men rakar ikki bóltin, so hann fer spakuliga víðari. Monrad sum fylgdi bóltinum aftureftir datt og álopsspælarin kundi so ótarnaður halda fram og leggja í tóma málið til endaliga úrslitið. Í allarsíðstu løtu kundu argjamenn fingið eitt mál afturat, tá teir í góðari støðu fluktaðu í yvirliggjaran og uppum og løtuna aftaná bríkslaði Ransin dystin av.

Sum heild um kappingina higartil munnu flestu vera rímuliga nøgd við eitt 5. pláss, sum helst eisini svarar til støðið liðið gjøgnumgangandi hevur víst – tó at tað kundi verið betri, men hinvegin kunnu vit gleðast um, framvegis at vera við í kappingini um Løgmanssteypið og møguleikin fyri einum finaluplássi er avgjørt til staðar – livst so spyrst.

Hetta var samstundis síðsti dystur hjá Ábraham við róðri, nú hann tekur við nýggjum starvsavbjóðingum í Noregi. Higani verður takkað fyri tíðina og samstundis verður ynskt bestu eydnu við nýggja starvinum.

Nú verður so summarsteðgur til 21. juli, tá vit møta EB/Streymi við Margáir.

Saman standa vit sterk !

 

AB – NSÍ 3 – 1 (1 – 0)

1 – 0 Karstin Højgaard 43

2 – 0 Dion Splidt Jacobsen 47

2 – 1 Pól Jóhannus Justinussen 71

3 – 1 Karstin Højgaard 94

 

Liðið hesaferð:

Kristian, Jonnhard, Pól Johannus, Monrad, Einar, Sjúrður (Andrass 66’), Karl, Magnus (Jann Martin 56’), Andy (Debes 84’), Árni og Klæmint.

Líknandi tíðindi